HEIM
16.10.2020

Starvslýsing: Hallarvørður á Skála

Søkt verður eftir húsavørði til ítróttarøkið á Skála.

Í samband við, at húsavørðurin í Ítróttarhøllini á Skála fyri tíð síðani fór frá fyri aldur, verður søkt eftir húsavørði at taka sær av ítróttarhøllini á Skála og stadionøkinum undir Mýruhjalla.

Húsavørðurin fær ábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av øllum bygninginum og stadionøkinum í samráð við teknisku deild hjá kommununi. Húsavørðurin fær eisini ábyrgd av at skipa reingerðina.

Nógv fólk í øllum aldri hevur sína dagligu gongd í ítrótrarhøllini, og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður. Húsavørðurin fær ábyrgd av dagliga samskiftinum við tey, ið hava sína gongd í bygninginum og á stadionøkinum.

Førleikar
Vit sóknast eftir eini eldsál at halda ítróttarhøllina og stadionøkið í góðum standi og at syrgja fyri at teknisku skipanirnar virka. Rætti umsøkjarin hevur góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur, vælskipaður og sjálvmotiverandi.

Starvsstaðurin verður í ítróttarhøllini á Skála. Húsavørurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum ítróttar- og mentanarstovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, t.d. í samband við størri tiltøk.

Húsavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og má viðkomandi tí tola broytingar og vera virkin í teimum.

Virksemið er í ítróttarhøllini frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Feløg og privatir leigarar eru í høllini seinapart og kvøld, og verða arbeiðstíðirnar eftir ætlan tí frá seinnaparti og út á kvøldið.

Løn
Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála.

Setan
Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber.

Umsóknir
Umsóknir skulu latast inn umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, www.runavik.fo, sí “Leys størv”.
Umsóknarfreistin er týsdagin 10. november kl. 12.

Nærri kunning
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226.

Lýsingin