HEIM
13.11.2020

Starvslýsing: Gartnaralærlingur til Runavíkar kommunu

Ert tú áhugað/ur í tí, sum grør, náttúru og urtagarðsarbeiði, so er tað her, tú skalt søkja!

Vit søkja eftir einum m/k at koma í læru sum gartnari hjá Runavikar kommunu.

Runavíkar kommuna hevur nógv grøn øki, blómuteigar, og nýplantingar við trøum og runnum, sum tú kemur at vera við til at halda, umframt at skapa nýtt.

Arbeiðið umfatar:

  • urtagarðsarbeiði, sum leypandi verða gjørd á økjum hjá kommununi
  • røkt av blómuteigum, runnum og trøum t.v.s. lúka, planta, sláa gras o.a.
  • viðlíkahaldsarbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur
  • nýgerð og viðlíkahald av gøtum og fríøkjum
  • vera við til at gera klárt til tiltøk, sum eru gjøgnum árið
  • viðlíkahald av maskinum, amboðum o.t.
  • umframt at hjálpa til við øðrum fyrifallandi arbeiði hjá kommununi

Vit sóknast eftir lærlingi sum:

  • hevur hug at royna seg innan tær ymisku uppgávurnar innan gartnarafakið
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góða heilsu og er ágrýtin

Førleikakrøv:

  • helst koyrikort B, ella fær koyrikort innan eitt ár
  • hevur í minsta lagi 9. flokk
  • er likamliga væl fyri

Lesast kann meira um útbúgvingina á HER:

Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til býargartnaran, Búgva Róin, tlf. 237057, ella býarverkfrøðingin Maritu S. Hentze, tlf. 237070.

Søk starvið á heimasíðu okkara HER:
. Umsóknarfreistin er 06.12.2020, og ætlaða starvsbyrjanin er 1. jan. 2020. Talgild skjøl (t.d. pdf ella mynd) skulu viðfestast, tá søkt verður: umsókn, CV, mynd, møgulig prógv og viðmæli.

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og búgva uml. 4.200 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa.