HEIM
14.05.2020

Starvsbroytingar á Teknisku deild

Runavíkar kommuna hevur sett Allan Norðgerð í starv sum byggifrøðing. Hann byrjar í starvinum 1. juni 2020. Allan er útbúgvin timburmaður og hevur seinni lært til byggiteknikara og byggifrøðing. Hann hevur havt egið virki og hevur harafturat drúgvar arbeiðsroyndir sum verkætlanarleiðari bæði í Føroyum og uttanlands.
Samstundis verður farloyvisstarvið hjá Pálli Olsen, sum hann varð settur í 1. nov. 2019, uppstigað til fast starv.
Vit í Runavíkar kommunu bjóða Allani og Pálli vælkomnum og ynskja teimum bestu eydnu í størvunum.