Síðani Glyvra Bio lat dyrnar aftur sum virkið dansistað í nítiárunum, hevur Runavíkin verið blóðfátøk, tá viðvíkur tónleikapallar.
Býurin, sum í áttatiárunum fostraði so mikið týðandi føroysk tónleikanøvn sum Óla Poulsen, Niclas Johannesen og Edmund Jacobsen, hevur ikki síðan Týr í nítiárunum staðið faddur at einum líkinda tónleikabólki. Tað var eins og alt rútmiskt tónleikalív bløddi út við Glyvra Bio.
Men á mentanarvikuni, sum verður fyriskipað í Runavík hesa vikuna, hómast ein glotti. Í karráa, men sera hugtakandi gula ídnaðarbygninginum mitt í býnum, Gulu smiðja nevndur, er smekkaður upp ein tónleikapallur til ungar tónleikarar.
Umhvørvið inni í Gulu smiðju minnir mest av øllum okkurt, tú finnur í London ella New York. Rátt og urbant.
Uni Leitisstein Hansen, tíðindamaður, støkk inn á gólvið í Gulu smiðju, fyri at frætta meira um teir tankar, ið liggja aftanfyri hendan nýggja, sera kærkomna og spennandi, tónleikapall í Runavík.
Skrá fyri komandi dagarnar:
Ung í Gulu Smiðju
MIKUKVØLDIÐ 26. OKT.
JAFET, KIRSTIN OG ODDMAR
VILLIAM JOENSEN Á GUITAR
ELSA OG JEANETT
THE HAPPENING
HÓSKVØLDIÐ 27. OKT.
METALKVØLD:
KONQUEROR
IN CURSE
FRÍGGJAKVØLDIÐ 28. OKT.
ÓVITA BLUES BAND
BIRITA POULSEN OG RÓKUR JOHANNESEN
GLASUR
Allar framførslurnar eru ókeypis.
Avmarkað atgongd.
Kelda: kringvarp.fo