Tað var Niclas Davidsen, nevndarlimur í FSF, sum handaði Runavíkar Kommunu Sparkivøllin.
Nógv fólk vóru til hátíðarhaldið, og sama dag skipaðu Oyndfirðingar fyri tiltakinum Summarhugni í bygdini.
Sparkivøllurin í Oyndarfirði liggur ovarliga í bygdini, og hann er eitt sindur størri enn standardstøddin. Girðingin kring vøllin hevur norska fyritøkan Scansis gjørt.
Kelda: FSF