HEIM
18.02.2019

Søguløtan á Skála

Bókasavnið við Løkin boðar frá, at týsdagin 19. februar verður vælumtøkta søguløtan í Skúlanum á Skála! Vit fara at lesa stuttligu bókina hjá Bárður Oskarssyni "Stríðið um tað góða grasið".

Vit hava okkurt lítið søtt undir tonnina til børnini - og tey vaksnu fáa ein duss. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Hendan dagin verður skúlabókasavnið á Skála opið fyri øllum frá kl. 16 -18