HEIM
06.05.2020

Skúlin í Oyndarfirði

Skúlaskapur er væl eldri enn gamli skúlin í Oyndarfirði, sum er smíðaður í 1876. Bygningurin er friðaður, og fyri nakað nógvum árum síðani fór eigarin - kommunali myndugleikin - undir at umvæla skúlan eftir ásetingum frá landsins friðingarmyndugleikum.

Í 50´árunum í hinari øldini fóru oyndfirðingar undir at fyrireika bygging av nýggum skúla, sum varð tikin í brúk hin 26. januar 1959 og vígdur av Jákupi Joensen hin 21. juni sama ár. Esbern Anthoniussen stóð fyri arbeiðnum og Niels Pauli Hansen á Glyvrum teknaði nýggja skúlan. Seinri er hann víðkaður. Gamli skúlin hevur eisini verið brúktur sum læraraíbúð og kommunuskrivstova.

Eftir at stígur hevur verið í umvælingararbeiðnum í eina tíð, savnaðust myndugleikar og fakfólk í skúlanum í gjár fyri at umrøða støðuna. Skúlin er liðugt umvældur uttan – men nakað er eftir at gera innanveggja. Partarnir eru nú í stóran mun samdir um hvussu málið skal røkkast: Í mest møguligan mun at fáa skúlan í upprunastand.

Ætlanin er eisini at mála útveggirnar í summar.

Kelda: Úr Oyndarfjarðar søgu (Freydis Poulsen)