HEIM
11.03.2020

Skúlatakið á Skála

Táið fíggjarætlanin varð løgd fyri verandi ár, var eitt ynski, at peningur varð settur av til tess at mála tekjuna á Skála skúla. Hon er sjónlig í bygdarmyndini og hevur leingi havt tørv á eini bøtandi hond, so hjómut hon er vorðin.

Í dag var sáttmáli undirritaður ímillum Runavíkar kommunu og Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum um at fáa dagført takið á skúlanum aftur. Farið verður í holt við arbeiði at reinsa, grunda og mála takið tvær ferðir, so skjótt líkindini vera til tað.