HEIM
21.09.2020

Skálanevndin

Uppstillingarfundur til Skálanevndina verður týsdagin 22. september kl.19.00 í skúlanum á Skála.

Skálanevndin hevur til endamáls at taka sær av áhugamálum á Skála og Skálafirði fyri at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.

Í nevndini sita 5 limir harav 3 verða valdir av og millum borgarar á Skála og Skálafirði eftir kommunalu vallógini. Hinir báðir limirnir eru borgarstjórin og ein býráðslimur.

Seinasta val vóru 7 valevni til staðbundnu nevndina.