HEIM
10.08.2020

Sjúkrahúsverkið kannar fyri koronu í Runavík

Skjótt fáa allir eysturoyingar møguleikan at lata seg kanna ókeypis í Skótahúsinum í Runavík.

Talan verður um sonevndar støkk inn kanningar, sum merkir, at neyðugt er ikki við ávísing frá lækna, boðar Sjúkrahúsverkið frá. 

Koronakanningarnar eru skipaðar í einum samstarvi millum Klaksvíkar sjúkrahús og Runavíkar kommunu.

Fyrireikingarnar eru í gongd,og útgerð verður fingin til vega, og miðað verður eftir, at kanningarstøðin kann lata upp mikudagin ella hósdagin. Nærri verður at frætta um upplatingartíðir í morgin.