HEIM
28.05.2018

Sjeynda boð

Í animalistisku heimspekini eru bara sjey boð. Seinasta og sjeynda boðið er soljóðandi: “All animals are equal, but some animals are more equal than others.“ Animal Farm var obligatoriskur lestnaður hjá skúlaungdómum í mínum ungu døgum. Satiriska allegoriin hjá George Orwell um harðræði Jósup Stalins í hinum foykna Sovjetsamveldinum, har øll djórini vóru eins, men nøkur serliga útvald vóru meiri eins enn øll hini.

Eitt kollektivt landsstýri er í hesum døgum farið á eina miskunsama sámáriubúarferð til eina av stóru oyggjunum í Føroyum. Ørindini eru m.a. at fáa skil á eldraøkinum í oynni, sum landsmyndugleikin kroysti niður um akslarnar á kommununum frá 1. januar 2015 at rokna. Arkitekturin fyri hesum miseydnaða átaki var núverandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum – Annika Olsen.

Fjølmiðlarnir hava lætt sær á, fylgja gongdini neyvt, ferðin verður lýst út í æsir. Tað frægasta, sum enn er frætt frá monnum, frá safari´ini, er, at mest vinstrahalla samgongan í Føroyum nakrantíð hevur latið skyldmanninum á Bakka upp í hendurnar alla alingina í Suðuroy, - so er um ikki annað tann vinnuligi parturin í góðum hondum, tí fáur hevur meiri skil fyri hesum enn júst mogulurin Regin. Bert spell at misskiltur regionalpolitikkur er atvoldin til, at hann ikki fær brúkt kapitalapparatið, á Glyvrum, heimsins fremsta virki í so máta, til framleiðsluna.

Orsøkin til ferðina er kortini eldraøkið. Kommunurnar í Suðuroy hava givið upp og ætla at tveita eldraøkið frá sær upp í føvningin á landsmyndugleikanum aftur. Í einum uppritið siga tær, at: „Endamálið við fundinum var at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni, sum hevur serligar avbjóðingar orsaka av m.a. vaksandi útreiðslum á eldraøkinum.“

Sagt verður, at úrslitið fyri alla oynna hesi árini hevur verið:

• hallið av eldraøkinum í Suðuroynni í 2015 var góðar 2,3 mió. kr.
• hallið av eldraøkinum í Suðuroynni í 2016 var góðar 2,7 mió. kr.
• at hallið av eldraøkinum í Suðuroynni í 2017 verður umleið 2,5 mió. kr.

Øvuta vegin sigur løgmaður, at Suðuroyggin hesi árini hevur havt eitt yvirskot av eldraøkinum á hálva aðru millión krónur. T.v.s., at afturberingin frá landinum hevur verið størri enn kommunala nýtslan á eldraøkinum.

Formaðurin í Føroya kommunufelag er í broddi fylkingar, nú miskunsami Sámáriubúgvin (kollektiva landsstýrið) skal tølast til at binda um sár hansara og lata olju og vín í sárini, fyri síðani at vera lyftur upp á egna djór sítt ávegis til gistingarhúsið, har hann verður ambætaður og røktaður.

Av góðum grundum hevur málið um eldraøkið verið tíðum uppi og vent á fundum í Kommunufelagnum. Tað hevur av órannsakiligum orsøkum lítlan og ongan áhuga havt hjá formanninum í felagnum, kanska tí at hann av onkrari, meiri ella minni kendari, orsøk hevur trupulleikar av at samskifta við Fíggjarmálaráðið um hendan spurningin. Nú tykist kortini onki at vera óført, táið tað snýr seg um hansara egnu kommunu og grannakommunurnar har suðuri. Dennis orkestrerar og kollektiva landsstýrið, við løgmanni á odda, ger flikk flakk, og onnur gymnastisk brøgd, fyri at tekkjast staðbundnum guvernørum, ið hava valt taparabreytina sum útgangsstøði, fyri tað nógva kveikt av misskiltari og demoraliserandi sosialdemokratismu.

Kommunurnar í Føroyum hava eftir øllum at døma ongan áhuga hjá formanninum í Føroya kommunufelag. Sjálvsøkni og støðan í egnum øki er alt avgerandi, og hetta er eisini vorðið ein alt størri partur av retorikkinum hjá felag okkara, sum vit hildu hevði til endamáls, at verja áhugamálini hjá limakommununum, sum gjalda eitt vitleysa høgt limagjald fyri at kalla onga tænastu. Og táið formaðurin eisini hevur stemplað út, so er ongin vón fyri hesum felag.

Orsøkin til hesi orðini er støðan hjá kommununi, sum eg sjálvur varði av sum borgarstjóri – Runavíkar kommunu. Táið hetta árið er umliðið hevur Runavíkar kommuna havt eina útreiðslu á 55,9 milliónir krónur av eldraøkinum síðani 1. januar 2015. Hetta eru 55,9 milliónir krónur úr egnum kassa, kassanum hjá borgarum okkara, umframt tað sum okkum er latið frá landsmyndugleikanum sambært tí skilaleysa fíggingarleisti, sum goldið er eftir hesi árini, hóast Føroya kommunufelag ikki enn hevur skrivað undir semjuna, sum goldið verður eftir.

Okkara bókhald (partur RK í Roðanum) sær soleiðis úr:

• 2015 – keypt ognarpart í ERE kr. 14.600.000
• 2015 – regulering av ognarparti í býlum kr. 14.100.000
• 2015 – hall í rakstrarúrsliti kr. 4.100.000
• 2016 – hall í rakstrarúrsliti kr. 6.200.000
• 2017 – hall í rakstrarúrsliti kr. 7.200.000
• 2018 – ætlað rakstrarhall kr. 9.700.000

Ongin hevur hoyrt tær tríggjar kommunurnar í samtakinum Roðanum knarrað um støðuna, sum hon er lýst omanfyri. Vit hava sjálvsagt sett okkum fyri, at okkara eldru borgarar skulu eiga ein so sorgleysan og hugaligan gerandisdag og aldurdóm sum yvirhøvur gjørligt, og tað hevur higartil eydnast í stóran mun. Tað ætla vit framhaldandi at virka fyri, hóast fíggingin av eldraøkinum er farin fullkomuliga av sporinum, síðani Annika Olsen kroysti eitt illa røkt eldraøki niður um akslarnar á kommununum.

Í løtuni bendir onki á, at Føroya kommunufelag fer at gera nakað við hetta málið, sum skilst hevur formaðurin nógmikið við sær sjálvum og kompanínum har suðuri, og tí finst kanska – kanska - bert hin eina loysnin, fyri at lætta um raksturin, - at taka seg úr Kommunufelagnum. Eitt limagjald ímillum hálva og eina millión krónur árliga kann vera søtt hjá onkrum, sum gongur svangur.

Síggi í frágreiðingini hjá suðuroyingunum, at Runavíkar kommuna verður tikin fram sum eitt ræðsludømi um skeiva býtið í samfelagnum. Sagt verður:

”Verður Suðuroyggin samanborin við onnur økir í landinum, so ber til dømis at samanbera við Runavíkar kommunu. Í Suðuroynni búðu tað í 2017 umleið 800 fólk fleiri enn tað búðu í Runavíkar kommunu. Suðuroyggin fekk í 2017 tilsamans 149,2 mió. kr. í persónsskatti, men hóast 800 fólk færri í Runavíkar kommunu var persónsskatturin í Runavíkar kommunu 151,6 mió. kr. ella 2 mió. kr. hægri enn í Suðuroynni.”

Og ongin spyr: Hví man tað vera?

Mít boð er, at fólkið í økinum, og teir sum frá tí til aðra hava sitið í ábyrgdarsessum, ikki valdu taparabreytina og heldur ikki valdu sær sjeynda boðið í animalismuni sum leiðtogara: ”All animals are equal, but some animals are more equal than others.“ Her stríðast øll á jøvnum fóti, uttan minstu hjálp frá landsmyndugleikanum, og kortini grør tað um gangandi fót. Kanska tí at Móses 1:3:19 í stóran mun er kreddan í hugburði og gerandisdegi.

Vit ynskja ikki at vera meiri eins enn onnur mótvegis landsmyndugleikanum, vit ynskja bara at lógir, kunngerðir og landspolitiskur atburður virða javnrættindamálið um, at allir borgarar standa líka stillaðir mótvegis politisku skipan landsins.

Tað tykist ikki vera ætlanin eftir hesa margháttligu suðuroyarferðina hjá miskunsamu Sámáriubúgvunum í Javnaðarflokki, Tjóðveldi og Framsókn.

ES: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðini, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!“ (Móses 1:3:19)

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri