HEIM
06.05.2019

Síðsta skot móti Rókini

Týsdagin 7. mai kl. 16.30 verður síðsta skot latið av í Eysturoyartunlinum móti Rókini.

Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll.

Hátíðarhaldi byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.

Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har skráin er hendan:

  1. Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
  2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.
  3. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu heldur røðu.
  4. Jóhannus Danielsen heldur røðu.
  5. Artur Johansen borgarstjóri í Sjóvar Kommunu heldur røðu.

Eftir hetta er møguleiki hjá øðrum at siga nøkur orð.

Hátíðarhaldið endar kl. 18.30.