HEIM
29.10.2018

Setanarrøðan til ráðstevnuna “Vinna & Vælferð”

Setanarrøðan, táið ráðstevnan "Vinna & Vælferð" varð hildin í Løkshøll fríggjadagin.

 

Ætt eftir ætt

Í einum av mest brúktu sálmunum millum fólk okkara verður tikið til: ”Øldirnar fara,
øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold.” Í grundini er hetta bert ein staðfesting av tí sum øll vita, men kortini ein áminning um, at tey ymsu ættarliðini hava ábyrgd av hvørjum øðrum, bæði aftureftir og fram í tíð. Tað er eitt aspekt, sum dregur fleiri spurningar við sær, um solidaritet, burðardygd, yvirskipaða hugsan, vísdóm, menning o.s.fr.

Tað er ikki av ongum, at tikið verður upp evnið: Vinna & vælferð. Saman við fleiri øðrum faktorum er vinnan undirstøðan undir vælferðini. Ymiskt er hvussu hildið verður, at hendan vælferðin skal skipast og skrúvast saman, alt eftir hvussu politiski og hugsjónaðarligi reykurin stendur á fólki, men tey flestu eru helst samd um, at onkur samfingin strategi má vera, skal vælferðin halda yvir tíð. Alternativið er at gjøtla til miðis frá degi til dags sum Øskudólgur og sópingarkonan, ið flyta seg alt eftir sum kringumstøðurnar nú skipa gerandisdagin og spyrja: Hvussu skulu vit liva, táið vit koma saman?

Tað eru nakrir avgerandi tættir, ið bera einum framkomnum samfelag. Ein skikkað skúlaskipan, undirstøða í vegum, ferjum, flogførum, tyrlum og brúm, undirstøða í ravmagni, undirstøða í samskifti og vinna og ídnaður. Ein samvirkandi strategisk politisk skipan, ið ikki bara virkar sum eitt responsibult demokrati, ússaligt bergmál í løtuni, men sum eitt strategiskt bulvirkið, hóast hugsaninar eru ymiskar, frá høgru til vinstru og frá loysing til samband, er eisini ein fyrimunur.

Føroyar eru ídag ímillum heimsins ríkastu lond. Kortini ikki nóg rík til at standa uppi av okkum sjálvum. Hugsi um fíggjarliga tilsetningin í útlendsku ríkisveitingini. Ríkidømi hevur tað við sær, at slaka verður á veitingarsíðuni, á útreiðslusíðuni, og tann brennandi spurningurin verður tá, yvir tíð, - megna vit at halda stand á inntøkusíðuni?

Hálvthundrað túsund fólk skulu mettast hvønn dag, og tað man vera eitt samfelt ynski, eisini politiskt, at vælferðin rakar øll onkursvegna. Tað eru nógvir træðrir í einum búskapi, eisini tí føroyska, sum halda støðinum uppi, men av góðum grundum, so lítil sum landmassin og tey klimatisku viðurskiftini eru í hesi stórhavstjóð, er tað eyðsæð, at vit í meira lagi enn onnur hava ein diarrébúskap, sum ger útflutningin týdningarmiklan, táið ein stórur partur av nýtsluni verður keypt í øðrum londum. Hetta krevur eisini eina javnvág yvir tíð, á sama hátt sum í landsins finansum, skal alt ikki falla, sum risastandmyndin – kolossurin - hjá Dánjali, ið var høg, framúr glæsilig og øgilig á at líta.

Tað eru tveir hættir ið kunnu brúkast, táið land, og fyri tann skuld eisini kommunur, skulu stjórnast. Annaðhvørt letur man afturvendandi kreppurnar stjórna ella hevur man eina munadygga politiska skipan, ið megnar at leggja til miðis nakað væl fram í tíð. Í meira lagi hava kreppurnar stýrt Føroyum. Vit hava latið staðið til og vóna tað besta í lagnutrúgv, fatalistar um ein háls, útreiðslurnar spola út av sær sjálvum, ofta í bláoygdum ovfarakæti, man skal jú veljast aftur fjórða hvørt ár, meðan hin beiski veruleikin afturvendandi høggur til á inntøkusíðuni.

Hesi seinastu árini hevur føroyska samfelagið verið í sannari undangongu. Rák og byrur hava verið við okkum. Rúgvan av tilfeingi er vaksin, prísurin á alimarknaðinum hevur verið óvanligur, rentan er at kalla ongin, oljukostnaðurin hevur lutfalsliga verið metlágur og tey, sum yvirhøvur hava tímað at tikið hendurnar úr lummanum, hava havt ivaleyst at tikið sær til. Kortini er stórt trýst á útreiðslusíðuni, og táið ein ella fleiri av hesum parametrunum taka eina aðra vend, fer javnvágin við vissu at falla ein annan veg - hin skeiva vegin.

Hava vit eina strategiska ætlan fyri, hvussu vit skulu møta tí beiska veruleikanum, sum kanska stendur nærri durðinum enn gott er? Hava lærdir menn og politikarar eitt boð uppá hvussu skiftandi konjunkturar á inntøkusíðuni kunnu stabiliserast, og væl tað, í mun til útreiðslusíðuna?

Hetta er neyðugt, um vælferðasamfelagið fyri øll skal hava ein møguleika. Motorurin í kapitalistisku skipanini er robustur og kann brúkast. Verður stempulferðin skákað, tamarhildin, regulerað, so er hann væl brúkiligur, men ansar ongin honum, ganga vitalu lutirnir skjótt út ígjøgnum blokkin. Somikið hava vit sæð, seinast í 2008. Ein lutfalsliga nýggjur trupulleiki er, at tað skjótt ikki fer at bera til at framleiða seg burturúr lágkonjunkturum, nú massivi veðurlagsmúrurin er vorðin eyðsýndari enn gott er, og tað fer neyvan at vera nógmikið átak, til tað, at bjarga heiminum, jørðini, at avgjaldsprimieraðir ravmagnsbilar fara at koyra kring um í Føroyum, drivnir av krunkasvartari tungolju av Sundsverkinum hjá interkommunala felagsskapinum SEV.

Skiftið frá landbúnaðarsamfelag til fiskivinnusamfelag er endaliga farið. Við tí gjørdist tað møguligt at tíggjufalda fólkatalið. Spurningurin er so, hvat næsta lopið verður, skal fólkatalið framhaldandi vaksa, ella kanska verður tað í eins stóran mun ein spurningur um hvussu vit skulu fáa vælferðarsamfelagið at hanga saman við verandi fólkatali. Alivinnan tykist hava lagt á tann industrialiseraða og burðardygga bógvin, nú eitt líka stórt bein í eksportinum sum fiskivinnan, men í stóran mun er politiska orðaskiftið framvegis merkt av veiðimentanini, tað snýr seg um hvør ið skal eiga rættin at veiða, hvør ið eigur tilfeingið, um veiðan skal skipast við fiskidøgum ella kvotum, hvussu stór avgjøldini skulu vera sum umboða óvanliga vinningin í einum avmarkaðum marknaði og ofta endar alt í einum miðleysum orðaskifti, har taparin við vissu er samfelagið hjá teimum, sum eftir okkum koma. Orðaskifti og lóggáva røkka líkasum ikki longur enn til tað, sum hendir frá tí at fiskurin verður tikin upp av havsins botni ella uppsjóvar - inn á bulvirkini við føroyskar bryggjur.

Ein partur av vælferðarsamfelagnum hjá okkara eftirkomarum liggur helst í júst hesi sferuni, frá bryggjukantinum, um virðisøkingarmekanismur, og út á bryggjukantin aftur, - til útflutnings. Endamálið við at flyta seg frá veiðimannasamfelagnum til eitt ídnaðarsamfelag er væl saktans ikki bara at industrialisera úr kendum tilfeingi, hesum sum endurvinnandi svimur í føroyskum sjógvi og sum fæst burturúr ferðandi fiskastovnum. Tað snýr seg eisini um at rúmka um ídnaðarsektorin, sum vit longu hava nakað av, serliga her í oynni.

Hetta átti at verið høvuðsbulurin í politiska kjakinum frameftir, hvussu tryggja vit eftirkomarum okkara eitt samfelag á sama ella hægri støði enn dagurin í dag kann bjóða okkum? Úr hesum kjaki fara at vella nógvir spurningar. Um kappingarføri í lønarlagi og dygd, um útflutningsráð og útflutningsfígging, um promovering av Føroyum sum framleiðaralandi, um gransking og menning o.s.fr. Og er tað so, at tað loysir seg at senda eina skel, tóvað upp av botni útfyri Rituvíkini til Vietnam til virkingar, ella at senda ein heilan tosk til Swinoujscie fyri at vera flakaskorin ella flaktur og saltaður til europeiskar marknaðir, hvør er so trupulleikin, og hvat fáa vit gjørt fyri at kompensera fyri tí eyðsædda kappingarmuninum? Og fáa vit ikki skilagóða framleiðslu burturúr tilfeinginum, sum vit eiga frammanundan, hvussu skulu vit tá kappast, um rávøran skal keypast og innflytast til framleiðsluna?

Tað hava vit ætlanir um at fáa nøkur boð uppá í dag. Bæði frá serfrøðingum og politikarum. Ymiskar fatanir eru vanligar og sjálvsagdar í einum demokratiskum samfelag, men harfyri eigur samvirkni hóast alt at vera um, hvagar man ætlar sær tað næstu, kanska, fjórðingsøldina. Til at hvessa okkum vitið hava vit heitt á Ragnar Ludvig Olsen, professara á lærda háskúlanum í Tromsø, fyri at tosa um Lønnsom utnyttelse av marine restråstoffer – nå og i fremtida og Sveinn Margeirsson, doktara í ídnaðarverkfrøði og stjóra í Matis at tosa um innovatión í virðisketuni av fiskatilfeinginum. Kanska hevur hann boð um, hvat ið skal til, fyri at koma longur fram á leið? Jan Ziskasen, FøroyaTele-stjórin fer at tosa undir heitinum: Mega trends og lítlu Føroyar. Hin vitbjarti Jákup Veyhe, besti eygleiðari í landinum, saman við stórteknaranum á Skála, Óla P., fer at geva okkum eina alternativa hugleiðing um dagsins evnið.

Eftir tað fara floksformenninir í teimum fýra stóru flokkunum at geva sítt boð uppá, hvussu samfelagið skal skrúvast saman, og hvussu fram skal farast, tey næstu árini. Ivaleyst eru teir ósamdir um kósina, men vónandi leggja teir valfepurin og tóma polemikkin frá sær eina løtu, fyri at geva okkum eitt boð um, hvussu vit varðveita vælferðarsamfelagið og framvegis eiga eitt slíkt í 2043.

Kringvarpsmaðurin Uni Holm Johannessen fer at leiða okkum ígjøgnum ráðstevnuna.

Vænti ikki at tað verður borið syngjandi at himni um allan heimin og um allar ævir, tað sum fæst burturúr ídag, men kundu vit við hesi stevnu sett hol á eitt lívsneyðugt orðaskifti, og kjak um, hvat ið skal til, eisini á politiska mótinum, fyri at halda stand sum eitt av heimsins bestu londum at búgva í, tá er nógv vunnið.

Hjartaliga væl komin øll somul.  Hervið er ráðstevnan “Vinna & Vælferð” sett.

 

tórbjørn jacobsen