HEIM
27.05.2018

Setanarrøða á Rituvíksdegnum 2018

Røða, sum Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, helt í Rituvík á Rituvíksdegnum 26. mai 2018.

Góðu rituvíkingar og øll onnur, sum møtt eru her í dag.

Sum nokk flestu vita, so er Rituvík niðursetubygd og frásøgn er, at Per og Nicolina fóru til Rituvíkar jólaaftan í 1873 – Per var 22 ára gamal og Nicolina var 19. Síðani legðist afturat og sjey hjún komu skjótt eftir hetta, og verða hesi átta hjúnini roknað sum fyrstu niðursetufólkini í Rituvík.

Í dag - skjótt 145 ár eftir at búseting varð á fyrsta sinni í Rituvík - búgva 285 fólk í bygdini.

At fólk valdu at seta seg niður í Rituvík, tað skilja vit væl. Her er frítt og vakurt, her er fruktagott, her er stórt uppland, her eru góðir torvheiðar og her er stutt út á fiskileið. Hetta eru alt viðurskifti, sum vóru av størsta týdningi fyri at liviligt kundi verða í eini bygd. Men, vit sum livað í dag, vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu tað hevur verið at sett seg niður í Rituvík – úti í óbygdum – og á veruligum brimplássi. Alt skuldi veltast upp úr nýggjum, garðar skuldu laðast, vegir at ganga eftir skuldu gerast, byggjast skuldu hús, neyst, sodnhús og myllur, umframt so mangt annað var gjørt, sum skuldi til fyri at lívbjarga sær. Nevnast kann, at fiskurin sum kom upp á land var borin heim í Heiðar, og vóru tað oftast konurnar, sum bóru tungu leyparnar við fiski heim í Heiðar, og leyparnir vóru so fyltir við vøru aftur til Rituvíkar – tiltiknar raskar og sterkar konur úr Rituvík.

Konurnar stríddust sanniliga. Tær hildu hús og tóku sær av øllum tí, sum hartil hoyrdi og nakað væl afturat. Eisini fingu hesi átta niðursetuhjúnini ikki færri enn 65 børn, t.v.s. 8 børn í meðal pr. húski – tað var ikki smávegis at taka sær av hjá hesum konum.
At forfedrar tykkara í Rituvík hava verið sera raskir og dugnaligir, tað er sjón fyri søgn.

John Reid Bjartalíð úr Klaksvík gav út í 1991 bókina “Á gomlum gøtum og yngri”, og í bókini stendur frásøgn eftir Kristian Hansen, Kristian á Kinn í Lamba, um ein útróðrartúr, sum rituvíkingar gjørdu í 1904. Haldi hendan frásøgn vísir væl, hvussu raskir forfedrarnir hava verið. Brot úr frásøgnini sigur:

Rituvíkingar fóru norð á Hav. Veðrið var gott. Teir royndu dagin á tamb á Norðhavinum og fingu ein sámiligan fiskidag.

Tað var ikki óvanligt tá í tíðini, at rituvíkingar og lambamenn avreiddu í Mikladali ella í Oyndarfirði fyri at vera nærri við at fara avstað aftur dagin eftir, teir vóru altíð væl móttiknir at fáa sær ein blund hjá góðum fólki í báðum bygdunum. Men soleiðis var ikki hesa ferð.

Tá snørini vóru inndrigin, og fiskidagurin á Norðhavinum var av, varð farið til ára at rógva tann langa teinin av Norðhavinum og til Rituvíkar. Hetta var í 1904, ein góðan várdag, at rituvíkingar vóru á Norðhavinum við seksmannafari.

Ein onnur frásøgn er um skyldmannin hjá mær, Sørin Lamhauge, sum var giftur við Amaliu. Tey vóru triðju hjúnini, sum búsettust í Rituvík.

Frásøgnin sigur:

Sørin gekk á fjall hjá bróður sínum Joen Magnusi, sum var bóndi í Lamba. Hetta var bæði á vári og heysti. Sagt verður, at Sørin altíð var fyrsti maður á morgni, og tað kom fyri, at hann purraði bóndahjúnini út, so tíðliga var hann í Lamba, sjálvt um hann hevði gingið allan vegin úr Rituvík eftir varðagøtuni sjálvandi. Tá fjalldagurin var av á heystardegi, so fór Sørin leiðandi við fjalllambinum eftir varðagøtuni aftur til Rituvíkar. Ikki so sjáldan vildi lambið ikki ganga, men so bant Sørin lambið og tók tað á nakkan og bar tað til húsar í Rituvík. Á heystardegi er dagurin stuttur, so mangan kom hann ikki at húsum fyrr enn í myrkrinum. So aftur á fjall næsta morgun og helst at purra bóndahjúnini út eisini.

Hvat skulu vit siga til hetta, sum okkara forfedrar – kvinnur og menn – hava megnað upp gjøgnum tíðirnar? Eg undrist stórliga, at tey megnaðu hetta, men tað gjørdu tey altso, og tað eiga tey stóran heiður og tøkk fyri.

Um vit ímynda okkum, at rituvíkskonur í dag skuldu borið leypar fullar av fiski heim í Heiðar og fyltar av vøru yviraftur til Rituvíkar, samstundis sum menninir róðu allan vegin á Norðurhavið ella bóru eitt gott lamb á nakkanum úr Lambatúni til Rituvíkar, so lysti meg at sæð, hvussu standurin hevði verið eftir lokið dagsverk. Sjálvandi veit eg ikki, men tað hevði ikki undrað meg, um ikki fleiri av hesum høvdu brúk fyri at fáa nakrar viðgerðir frá fysioterapeuti ella møguliga eina læknaváttan til sjúkramelding, tí kroppurin var overvaður allur, sum hann var. Fysioterapi og læknaváttanir kendu gomlu rituvíkingarnir einki til.

Hvør bygd hevur sín uppruna, sína mentan og síni sereyðkenni, sjálvt í einum lítlum landi sum Føroyum og tí eisini her í Rituvík. Upprunin, mentanin og sereyðkennini koma ikki eftir einum degi, men eru ein tilgongd gjøgnum nógv ár. Hetta saman við arvi/genum myndar tykkum, sum rituvíkingar – also arvur/genir og umhvørvi evna okkum líkasum til tey menniskju, sum vit nú einaferð verða.

Spurningurin er av og á frammi, hví neyðugt er at kenna søguna?

Heilar bøkur eru skrivaðar um hetta evnið, men tað stutta svarið er, at tað er gott at kenna sínar røtur. Men hví er tað gott at kenna sínar røtur kundi eg so hóskandi spurt? Eg hugsi mangan, at so nógv verður tosað um globalisering, og vit eru øll vitni til og eru eisini partur av hesi globalisering á so mongum økjum. Her hugsi eg tað soleiðis, at skulu vit standa okkum í globaliseringini – bæði sum einstaklingar, sum bygd og sum samfelag, so mega vit hava eina trygga grund at standa á – eitt fundament kundu vit sagt. Her er tað, at um vit ikki kenna okkara røtur/okkara uppruna/okkara mentan og eru grundfest í hesum, so kundi væl hent, at vit ikki koma at standa í hesum meldrinum. Tí vil eg siga tað soleiðis, at tað ongantíð upp gjøgnum tíðina hevur verið so neyðugt sum nú, at kenna søguna -sín uppruna.

Søgan um Rituvík og rituvíkingar er ein søga um eina av yngru bygdunum í Føroyum, men samstundis ein søga, sum tíðiliga vísir, at tey, sum undan eru farin so sanniliga hava lagt alla orku í, at bygdarfólkið skuldi hava tað gott og eisini trívast – bæði smærri og størri tøk eru tikin gjøgnum árini. Rættiliga stór tøk hava eisini verið tikin av bygdarfólkinum, og kundi eg m.a. nevnt skúlan, sum kom í 1899, missiónshúsið, sum kom í 1935 og kirkjuna, sum kom í 1955.

Um vit so flyta okkum fram í nýggjari tíð – eina tíð, sum eg sum smádrongur minnist og upp til dagin í dag, so hevur Rituvík og rituvíkingar fleiri ferðir gjørt seg galdandi – í Føroyum og eisini uttanlands.

Um eg taki nøkur fá dømi, so komi eg at hugsa um:

• Eggvirkið, sum byrjaði í 1972 og sum í 1978 hevði 38.000 hønur, sum vurpu 26.000 egg. Eggvirkið var tá Føroya longsta hús eisini. Tá var lag á manni at koyra yvir til Rituvíkar og fáa sær nakrar hønur til matna, tá nýggjar vórðu settar við. Eggvirkið helt á í eini 15 ár.

• Rituvíkingurin Anton Olsen, sum skipari á Claru Mærsk í 1975, bjargaði uml. 4.000 vietnamesarum frá søkkandi skipi í Suðurkinesiska havinum. Hetta var eitt bragd, sum frættist víða um lond, og sum hann er heiðraður fyri, bæði í Føroyum og uttanlands.

• Týskir, brotnir bilar, vórðu innfluttir til Rituvíkar og vórðu gjørdir í besta stand aftur og síðani seldir. Hetta var nýbrot í Føroyum og var hetta í áttatiárunum.

• Minkafarmur var eisini í eina tíð, frá seinast í áttatiárunum til fyrst í nítiárunum. Minkar kunnu verða vandamiklir, men skinnið er vakurt, og dýrt er tað at keypa

• Elsti systkinaflokkur í heiminum er ættaður úr Rituvík. Tey 12 systkini fóru væl upp um tey 1.000 árini tilsamans, so her eiga rituvíkingar eitt heimsmet, saman við einum øðrum eisini, har Bogi Olsen, ofta nevndur Bogi hjá Diktusi, gjørdist heimsmeistari í inniróðri fyri fáum árum síðani.

Annars, so varð Mærsk Mc-Kinney Møller var einaferð spurdur, hvussu hann hevði borið seg at við at blíva so gamal, og eisini, hvussu hann hevði borið seg at við at síggja so væl út – hann hevði vakran og snøggan kropp má sigast. Hann svaraði stutt, at hann hevði havt tvær meginreglur í sínum langa lívi og tær vóru:

1. At eta so mikið til hann ikki føldi svongd meira, og tað er ikki tað sama sum at eta seg mettan.

2. At røra seg í minsta lagi ½ tíma hvønn dag – eisini tá eingin hugur var til tað

Nú veit eg ikki, hvørjar meginreglur Olsen-systkini hava og hava havt fyri at blíva so gomul, men hesar báðar meginreglurnar hjá Mærsk Mc-Kinney Møller eru nokk verdar at geva gætur fyri okkum, sum liva í dag. Eitt sum upptekur fólk rættiliga nógv í dag er júst hetta, at vera væl fyri, og í hesum eru rituvíkingar nokk einki undantak.

Latið okkum so koma til dagin í dag.

Krossmessan er farin afturum og tjøldrini hava fult reiður, fyrsti summardagur var í gjár, lembingin er við at vera av á hesum sinni, eplini eru komin í jørðina, ljóst er langt út á kvøldarnar, tað sprettur og spírar, vit hoyra fuglasang, ja alt hetta ber boð um, at summar er í Føroyum – ja, summar er eisini í Rituvík í dag.

Summarið ger nakað við okkum menniskju. Eftir ein langan og ofta strangan vetur, so kemur várið, sum so líðandi førir okkum inn í ljósa og lýggja summarið. Ljós og lýðka eru balsam fyri okkum mennisku – bæði til likams og sálar.

Vit kenna øll hetta, hvussu ljós og lýðka ávirka okkum positivt. Vit fáa hug og orku til at fara út um at taka hond í ymiskt uttanum húsini, vit fáa hug og orku at fara ein túr í hagan, vit fáa hug og orku at fara á flot ella á seiðaberg, vit fáa hug og orku at stuttleika okkum uttandura, ja eg kundi hildi fram at reksa upp, hvat vit fáa hug og orku til, tá summar er. Samanspælið millum okkum menniskju og so náttúruna, tað er ikki at taka feil av og sæst eina best um summarið, har vit úti í náttúruni og í frískari luft løða upp til ta myrku tíðina av árinum. Alt er so vísiliga innrættað, tað má sigast!

Í Rituvík hava tit hug og orku til at skipa fyri einum bygdardegi – einum degi, har tit eisini gera brúk av ljósinum og lýðkuni við nógvum ymiskum tiltøkum, har fleiri av tiltøkunum ganga fyri seg úti í frískari luft. Hesin bygdardagurin er eisini ein familjudagur, har hugsað verður um familjuna, soleiðis at okkurt er til øll – bæði til gamans og álvara. Hetta er óført!

Vit mennisku eru eisini ein sosialur skapningur, sum ynskir at koma saman. Fyrr í tíðini var bygdarlívið soleiðis skipað, at familjan og bygdarfólkið var saman um hetta ymiska, sum t.d. útróður, hoygging, velting og torvskurð. Orsøkin var ikki bert tí, teimum dámdi at vera saman, men eisini tí, at tey høvdu brúk fyri hvørjumøðrum – kundu ikki vera hvønn annan fyriuttan. Í dagsins samfelag er alt vorðið meiri individualiserað, og tað ger, at hvør einstakur - meiri ella minni - sjálvur tekur sær av hesum ymiska, tí tað ber til. Men við hesi individualisering missa vit sosiala felagsskapin, sum vit hava tørv á.

Her er tað, at bygdardagurin í Rituvík er eitt gott tiltak, sum eggjar fólki í øllum aldri at koma saman at gera nakað í felag og saman hugna og stuttleika sær. Ein slíkur bygdardagur er eisini við til at styrkja samanhaldskraftina í bygdini, kraftina sum bindur tykkum sum bygdarfólk saman og sum lyftir upp og er við til at gera tykkum til eina homogena(einsháttaða) eind – eina bygd, sum stendur saman. Og hesum hava allar bygdir brúk fyri.

Við tøkk til tykkum sum fyriskipa bygdardagin í Rituvík í ár og við ynski um ein góðan og gevandi bygdardag fyri øll, sum koma til Rituvíkar í dag, so er bygdardagurin hervið settur.

Takk fyri!