HEIM
26.10.2020

Seinasta skotið í Leitinum

Um millummála í dag skutu Etly Nord Højgaard, forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, seinasta skotið í útstykkingini í Leitinum. Hetta er størsta einstaka útstykkingin hjá Runavíkar kommunu nakrantíð, og táið borgastjórin og Svend Lamhauge skrivaðu undir sáttmálan um arbeiðið, hin 9. august 2018, var greitt, at hetta eisini var størsti sáttmálin, sum Spf. RTS Contractors fram til tá hevði verið ein partur av. Útstykkingin er gjørd samanhangandi í tveimum syftum. Í hini fyrru eru 39 grundstykkir og í hini seinru 20. Harumframt eru 7 stykkir niðan undir benið, í ovasta partinum, til hægri bygningar, harvið verður rúm fyri 90-100 búeindum í hesum nýggja partinum av býnum, alt eftir hvussu bygt verður í ovasta partinum. Gongd er í málinum at røkka eini loysn á hesum seinasta partinum.

EM-Ráðgeving/Formo og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hava staði fyri tí tekniska partinum saman við teknisku deild hjá Runavíkar kommunu.

Í løtuni er ein onnur útstykkingarverkætlan í gongd í kommununi. Suður frá Hórheiðum á Skála, har 27 grundøkir verða tøk um stutta tíð. Articon stendur fyri hesum arbeiðnum. Næsta útstykkingin, sum er í umbúna, verður í Æðuvík, har ætlanin er at útstykkja 7 grundstykkir.