HEIM
22.06.2018

Seabourn Quest vitjar í Runavík 24. juni

Sunnudagin vitjar ferðamannaskipið Seabourn Quest í Runavík fyri fyrstu ferð.

Talan er um eitt marglætisskip, ið er eitt av fimm skipum hjá reiðarínum Seabourn Cruise Line. Skipið varð bygt í Italia í 2011 og er 200 metur langt. Umborð eru á leið 450 ferðafólk og manningin telur 350. Seabourn Quest kemur á Runavík kl. 7.00 og fer avstað aftur kl. 15.00 við kós móti Norra. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping.

Runavíkar Havn bjóðar spennandi shuttle tænastu, sum koyrir til Æðuvíkar og inn á Glyvrar í pendulfarti, meðan skipið liggur við kai. Visit Runavík og Runavíkar Havn eru til reiðar at taka sær væl av ferðafólkunum við ymsum upplivingum, og hóast tað er sunnudagur, hava nakrir av handlunum opið.

Kl. 13.00 verður skipað fyri føroyskum dansi við Eysturoyar Dansifelag uttanfyri skrivstovuna hjá Visit Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka – bæði borgarar í kommununi, onnur ferðafólk og vitjandi.

Vælkomin Seabourn Quest!