HEIM
08.09.2020

Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim

Aftur í ár kunnu vit føroyingar verða við á altjóða ruddingardegnum. Eins og undanfarin ár skipar Rudda Føroyar fyri átakinum, ið hevur havt góða undirtøku í kommununi. Vónandi taka borgarnir eins væl undir við átakinum í ár.
Í Runavíkar kommunu eru nógvar áir og veitir, har rusk samlast. Hetta er rusk, sum fýkur av lastum, byggiplássum og tíverri eisini tveitt út úr koyrandi bilum. Við tíðini leiða áir og veðrið ruskið út á sjógv ella oman til sjóvarmálan. Sum eitt uppskot, kann Runavíkar kommuna viðmæla at rudda áir og veitir.

Rudda Føroyar skriva soleiðis:
Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama - at fáa einar ruskleysar Føroyar - verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Vit rudda ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsakað av koronu rudda vit saman, men hvør sær.

Soleiðis luttekur tú:

  1. Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
  2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
  3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí verður heitt á fólk um at sjálvið at beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er at fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.

Hjálp okkum eisini at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt, við at brúka okkara vangarammu á Facebook:

https://www.facebook.com/profilepicframes/?selected_overlay_id=703985343666418

Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim.