HEIM
25.02.2020

Ruskveiðu úrslit

Hósdagin 20-02-2020 komu Heykur og Falkur inn við tveimum sekkjum í samband við ruskveiðu, og haraftirat var ein sekkur komin inn fyri nøkrum vikum síðani. Í sekkjunum var rusk, sum var komið í trolið.
Tilsamans vigaðu teir tríggir sekkirnir 144,5 kg.

Bergmann Finnsson hevur verið samskipari fyri partarnar í átakinum.

Dagin eftir var farið í gongd við at skilja ruskið, og talt varð upp, hvussu nógv var av hvørjum. Hetta varð skrivað í ein lista, sum ruskveiðuátakið brúkar kring allan heimin. Uppteljingin verður send til Kommunufelagið, sum so sendur hana víðari til KIMO. KIMO er eitt altjóða umhvørvisfelag fyri lokalar myndugleikar, sum Kommufelagið er limur í vegna kommurnar í Føroyum.

Í sekkjunum var millum annað: trol, trossar, veirur, stuttir togendar, einnýtispakningur, handskar, spann, pakkiband, fløskur og bobbins.
Tað, sum fylti mest vóru lutirnir frá fiskivinnuni.

Við ruskveiðuátakinum ber til at síggja, hvat slag av ruski liggur í høvunum kring Føroyar.