HEIM
07.03.2018

Runavíkar havn slær enn einaferð sítt egna met

Runavíkar havn hevur verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini. Eftir eina drúgva afturgongd, í stórum lopum í fleiri ár, vendi gongdin í 2010-2011. Ein orsøk til ta stóru afturgongdina var sjálvandi ráðandi miðsavningarætlanin hjá flutningsfeløgunum, sum hevði við sær, at allur inn- og útflutningur í landinum skuldi flytast um bryggjukant í Tórshavnar kommunu/havn. Í eini kommunu sum ikki framleiðir eitt gramm til útflutnings, og kom hetta at merkjast kring alt landið. Nógvar kommunur, sum ítøkiliga høvdu lynnað undir framleiðsluvinnuna, við neyðugu kørmunum fram við strondini og fjøruni, sótu eftir við ongum, táið tað snýr seg um havna-, brúgva- og vørugjøld. Í stóran mun sluppu útlendsk flutningsfeløg soleiðis at gera av, hvussu bygnaðurin skuldi skipast hvat ið havnum og útbyggingum viðvíkir í Føroyum. Tey átóku - ella rættari tiltuskaðu - sær ræðið at stjórna fíggjarligu gongdini og harvið framtíðini. Ongin hevði mansmót til at steðga hesi tilvild, og eftir øllum at døma finst hetta dirvið framvegis ikki í almennum ella kommunalum regi.

Hóast hetta hevur tað eydnast Runavíkar havn at víðka sítt virksemi somikið, at inntøkan er vaksin úr 6 mió. kr. í 2009 upp í 19 mió. kr. í 2017. Í mun til stóru útflutningsvinnuna í økinum eystanfyri Sundalagið - og serliga í Runavíkar kommunu - er hetta alt ov lítið, men kortini ein bati.

Runavíkar havn er ein felagsskapur av havnum. Umframt støðir, lendingar og bátahyljar eru inntøkugevandi havnirnar í Funningsfirði, Oyndarfirði, á Skála, í Søldarfirði, á Glyvrum og í Saltangará/Runavík.

Inntøkurnar í 2017 eru tíbetur sum ein weirur við nógvum kordelum, og burturúr hesum kunnu nevnast flakavirkið Faroe Origin, Bakkafrost, olju- og saltgoymslan í Søldarfirði, skipasmiðjan á Skála, Atlantshav í Funningsfirði, alingin á Oyndar- og Funningsfirði, ferðamannaskip, togarar ið umlasta veiðuna umborð í farmaskip o.s.fr. Eisini eiga vit at minnast til, at okkurt av hinum árunum í yvirlitinum hava bæði ein og tvær oljuboringar verið undir Føroyum, stígur hevur verið í í so máta í nøkur ár, og tað ger kanska framgongdina meiri hugaliga.

Samsvarandi gongdini hesi seinru árini og eftir væntaðum framtíðarútlitum setti Runavíkar kommuna sær fyri at útbyggja havnina. Fyrsta stigið er komið væl áleiðis, bryggjukanturin er liðugur, meðan nakað vantar í á bryggjuøkinum so sum ravmagn, dekk og asfalt. Hendan verkætlanin fer at kosta einar 40-45 mió. kr. og burturúr fæst ein bryggjukantur á 220 metrar við 12 metra dýpi. Eftir tað kann Runavíkar havn bjóða fram eina atløgusíðu á 321 metrar við 12 metra dýpi, umframt allan teinin av atløgusíðu, sum annars finst kring um í havnunum í kommununi.

Í hesum døgum fer grót at vera flutt úr Tangafjarðartunlinum yvir um fjørð. Runavíkar kommuna ætlar at flyta nakað yvir í Rókina og til Søldarfjarðar meðan tann stóra rúgvan verður flutt inn í økið frá Oljubryggjuni inn á Glyvrar. Hetta fer at geva eitt munandi uppland við nógvum framtíðar møguleikum.

Tað eru tríggir mans í føstum starvi á havnarskrivstovuni í Runavík og virkandi havnarmeistari er Brandur Højgaard, sum er í starvinum fyri setta havnarmeistaran, sum í løtuni er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Í vinnu- og havnanevndini sita Kári Egholm Jacobsen, formaður, Selinda í Heiðunum, næstformaður og Jonhard Danielsen.