HEIM
07.05.2020

Ruddingardagur verður fyri borgarar 16. mai 2020

Heitt verður á borgarar um at verða við til at fríðka um bygdirnar, við at taka lut í ruddingini. Hetta tiltakið hevur mong ár á baki, og er eitt gott høvi til at møta grannum, familju og vinum úti í náttúruni.

Orsakað av tilmælunum um frástøðu viðv. covid-19, bjóðar kommunan ikki morgunmat í ár. Ístaðin verða plantupakkar, sí meira niðanfyri.

Ruskposar eru at fáa á hesum støðum frá kl. 9.00-13.00

Æðuvík – við missiónshúsið

Rituvík – við spæliplássið

Runavík, Saltangará og Glyvrar - við kommunuskrivstovuna

Lamba og Lambareiði – við spæliplássið í Lamba

Søldarfjørður og Skipanes – við spæliplássið í Søldarfirði

Skála – við ítróttarhøllina á Skála

Skálafjørður – við gamla skúla

Oyndarfjørður – við skúlan í Oyndarfirði

Funningsfjørður og Elduvík – við skúlan í Funningsfirði

Plantupakki
Plantupakki verður útflýggjaður leygardagin 23. mai nærri kunning kemur seinni. Tað ber til at fáa eina raburburót ella eitt lítið træ.

Ruskið
Vit vilja heita á tykkum um at skilja ruskið soleiðis:

  • Alt smátt rusk, til at brenna, kann koyrast í posarnar
  • Stórir lutir at brenna, skulu í ein bunka fyri seg
  • Jarn skal liggja fyri seg
  • Um tit finna dunkar við olju ella líkandi, so skal hetta stillast á vegin

Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at sjaførurin á kranabilinum hevur lætt við at síggja hvar ruskið liggur.

Kontaktpersónar á kommununi, um okkurt ivamál er:
Jógvan Christansen tlf. 237055

Rudda heima og ruskplássini
Vilja tit rudda eitt sindur meira heima við hús, so kunnu tit koyra ruskið a ruskplássini, sum eisini eru opin sum vanligt hendan dagin. Sí upplatingartíðar á heimasíðuni www.runavik.fo/ruskplass/?menuid=4424