HEIM
15.05.2020

Ruddingardagur verður 16. mai

Runavíkar kommuna heitir aftur í á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini og at tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.

Frá Runavíkar kommunu er Jóngerð Juul Olsen tlf. 237034 samskipari, og er kontaktpersónur, um nakað ivamál er í sambandi við ruddingina,

Menn frá verkstaðnum á Lambareiði syrgja fyri at ruskið verður avheintað í samstarvi við IRF.

Ruskið
Vit vilja heita á tykkum um at skilja ruskið soleiðis:

  • Alt smátt rusk, til at brenna, kann koyrast í posarnar
  • Stórir lutir at brenna, skulu í ein bunka fyri seg
  • Jarn skal liggja fyri seg
  • Um tit finna dunkar við olju ella líkandi, so skal hetta stillast á vegin

Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at teir, sum koma eftir ruskinum, hava lætt við at síggja hvar ruskið liggur.

Posar og handskar kunnu avheintast á hesum støðum frá kl. 9.00-13.00:

Æðuvík – við missiónshúsið – Karhild Davidsen er samskipari tlf. 219281

Rituvík – við spæliplássið - Etly Højgaard er samskipari tlf. 262750

Runavík, Saltangará og Glyvrar - við kommunuskrivstovuna – Jóngerð Juul Olsen er samskipari tlf. 237034

Lamba og Lambareiði – við spæliplássið í Lamba - Bárður Højgaard er samskipari tlf. 221328

Søldarfjørður og Skipanes – við spæliplássið í Søldarfirði - Beata R. Hansen er samskipari tlf. 508576

Skála – við ítróttarhøllina á Skála – Annika Klein er samskipari tlf. 237061

Skálafjørður – við gamla skúla – samskipað við bygdafelag Skálfirðinga

Oyndarfjørður – við skúlan í Oyndarfirði - Ingeborg Klein er samskipari tlf. 744370

Funningsfjørður – við skúlan í Funningsfirði - Jona Michelsen er samskipari tlf. 229023

Elduvík – í Elduvík - Dánial Martin Hansen hevur syrgt fyri at posarnir og hanskar eru komnir til Elduvíkar

23. mai plantupakki:
Plantupakki kann heintast 23. mai – víst verður til skrivið, sum er borið út til hvørt húsarhald.