Mikudagin 3. juni verður almennur ruddingardagur í kommununi. Heitt verður á fólk at rudda í økinum, har tey búgva og so annars í áum og fjøruni, har sum tað letur seg gera.
Ruddað verður í øllum bygdum í kommununi og vóna vit, at øll taka væl undir við tiltakinum.
Plantupakkar verða ikki útflýggjaðir í ár.
Óruddið skal setast fram við vegnum, og best er, um tað verður koyrt í posar.
Tað sum ikki brennur má ikki koyrast í ruskposarnar.
Óruddið verður avheintað hósdagin 4.juni.
Ruskposar fáast á hesum støðum frá kl. 9.00:
Funningur: við skúlan
Elduvík og Funningsfjørður: við Funningsfjarðar skúla
Oyndarfjørður: við skúlan
Skála og Skálafjørður: við ítróttarhøllina á Skála
Søldarfjørður og Skipanes: við Søldarfjarðar skúla
Lamba og Lambareiði: við Lamba skúla
Glyvrar, Saltangará og Runavík: við ítróttarhøllina í Runavík
Æðuvík: við missiónshúsið
Rituvík: við skúlan