HEIM
06.05.2019

Ruddingardagur 11. mai 2019

Til borgarar í Runavíkar kommunu

Økið er stórt og nógv er at taka upp eftir ein langan og harðan vetur. Tí heitir Runavíkar kommuna á allar borgarar um at taka lut í ruddingini.

 

Ruskposar verða at fáa á hesum støðum frá kl. 9.00:

Æðuvík – við Missiónshúsið

Rituvík – við “Missiónshúsið”

Runavík, Saltangará og Glyvrar við Bátafelagið á Bakka, Niðri í Støð á Glyvrum

Lamba og Lambareiði – við spæliplássið og Lamba skúla

Søldarfjørður og Skipanes við spæliplássið í Søldarfirði

Skála og Skálafjørður – við Ítróttarhøllina á Skála

Oyndarfjørður - við skúlan í Oyndarfirði

Funningsfjørður – við Funningsfjarðar skúla

Elduvík – við Elduvíkar skúla

 

Burturkast

Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið vegnum.

Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað, sum ikki brennur við síðuna av ruskposanum.

 

Húsarhaldsrusk verður ikki tikið við.

 

Kaffi og rundstykkir

Leygarmorgunin 11. mai  kl. 9 – 10. 30 verða rundstykkir og kaffi at fáa á hesum støðum:

 

Í Bátafelagnum á Bakka, Niðri í Støð á Glyvrum fyri bygdirnar:

Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørð og Skipanes.

Hinar bygdirnar fáa kaffi og rundstykkir á somu støðum sum ruskposarnir verða útflýggjaðir.

 

Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum har tey búgva.

 

Runavíkar kommuna heitir á borgararnar um at taka væl undir við tiltakinum og saman við kommununi verða við til at fríðka og hugna um umhvørvið.

Umframt, at náttúran verður fríðkað, er hesin dagurin eisini eitt gott høvi at møta grannum og vera saman um eitt felags átak.

 

Kontaktpersónur, um okkurt ivamál er:

Jógvan Christiansen tlf. 237055