HEIM
07.05.2020

Rottangatøming: Lamba, Lambareiði og Glyvrar

Í komandi viku byrjar Reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar í Lamba. Síðani verður farið til Lambareiði og Glyvrar.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá IRF, at rottangarnir eru klárir, tá tey koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

IRF heitir tí á fólk í bygdunum um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.