HEIM
03.06.2020

Røsk børn ruddaðu sandin á Glyvrum

Hósdagin 28. mai bleiv sandurin á Glyvrum ruddaður. Ruddað var í allarfagrasta veðri av røskum børnum í 1. og 2. flokki í frítíðarskúlanum við Stórá saman við starvsfólkatoyminum. Vanliga halda tey til í Rituvik, men í løtuni húsast tey í skúlanum á Glyvrum. Fríðtíðarskúlin hevur í seinastuni oftani gingið túr oman til sandin á Glyvrum. Har sóu tey, at nógv órudd var rikið inn, og tey vildu gjarna rudda sandin fyri órudd ein seinnapart.

Ruddingin er eisini við í Norðurlendskari strandarudding, og tað merkir at óruddið, sum tey taka upp, verður bólkað, vigað og skrásett. Skrásetingin verður send til Ringrás, sum so brúkar hana til tað at kortleggja, hvat slag av óruddi rekur inn á strendurnar í Føroyum.

Fríggjadagin fingu børnini pitsa og okkurt at drekka fyri ómakin. Aftaná vóru tey við til at skilja, bólka og viga óruddið. Tey funnið nógv ymiskt órudd, og tað mesta vóru smáir lutir. T.d. funnu tey flamingo, biofiltur, sigaretstubbar, smá træpettir, innpakning og reip.