HEIM
Lurta
30.11.2020

Arni Klein Abrahamsen helt hesa røðu til jólatræshald á Skála 28.11.2020 (mynd: Annika Klein)

“This world has only one sweet moment set aside for us”. Hetta er eitt sitat úr sanginum “Who wants to live forever” hjá Queen, ið Freddie Mercury hegnisliga sang í 1986. 5 ár seinni andaðist hann, sjúkur av AIDS, einans 45 ára gamal.

Ja lívið er stutt, hjá summum styttri enn øðrum, men í tí stóra høpinum er lívið bara “one sweet moment”, óansæð um okkum unnast at liva leingi, ella árini ikki gerast so mong. Árið 2020 bleiv fyri flestu okkara nokk ikki akkurát soleiðis, sum vit høvdu ímynda okkum. Um hesa tíðina í fjør, hevði eg júst keypt ferðaseðlar til Norrønu, har ætlanin var, at vit skuldu fara eina bilferiu niður til Danmarkar, og halda summarferiu hjá mínum foreldrum, ið búgva beint uttanfyri Aarhus. Og tað gleddu vit okkum almikið til. Elsta dótturin var á eftirskúla, og planurin var at hava eitt sindur av hennara ferðagóðsi heim við í bilinum.

Sum partur av eftirskúlauppihaldinum, skuldu tey fara ein sera áhugaverdan túr til Frankaríki, og skuldi hetta vera eitt hæddarpunkt av skúlaárinum. Hetta sóu hon og hini á eftirskúlanum eisini fram til. Men mongum brestur ætlan, og hvørki ein ella onnur av ferðunum bleiv til nakað. Og á sama hátt hava vit øll mangar søgur um, hvussu lívið og gerandisdagurin broyttist í 2020. Fyri summi okkara snúði tað seg um avlýstar feriur og upplivilsir, festivalar og onnur avlýst tiltøk, meðan onnur hava uppliva, hvussu teirra livibreyð er horvið sum døgg fyri sól. Men tíbetur er tað fyri tey allar flestu av okkum galdandi, at hetta eru trupulleikar og avbjóðingar, ið vit nokk yvirkoma. Tíbetur hava vit rímuliga góðar sosialar skipanir og eitt gott heilsuverk, og so mugu vit bara liva við, at vit ikki sluppu shoppingtúrin til Edinburgh og at arbeiðsplássið avlýsti stóra jólafrokostin.

Kanska var tað tiltronkt, at onkur traðkaði á bremsurnar fyri okkum, og fekk okkum eitt sindur niður í ferð. Kanska er tað tiltronkt, at vit geva tí gætur, sum er í nánd, og ikki bara droyma um fjarskotin lond. At vit ikki bara liva í framtíðini, og droyma um alt tað sum vit skulu næsta ár og næsta summar, men geva degnum í dag gætur, og liva nú. Ja knappliga bleiv tað trupult at planleggja langt fram í tíðina. Og vit blivu mint á, at tað er bara dagurin í dag sum vit eiga – tað er bara ein lítil løta sett av til okkum, í tí stóra høpinum. Og árstíðirnar skifta og árið gongur, og spurt verður ikki eftir, um nú vit vóru klár til at tað brádliga skuldi nærkast jólum. Tí eisini her koma spurningarnir – hvussu nú við jólafestum? Sleppa vit í kirkju á jólum? Kunnu vit hava stóru familjusamankomuna 2. jóladag sum vit altíð plaga? Sjálvandi spurningar, ið hava týdning fyri okkum her og nú, men sum í tí stóra samanhanginum neyvan er ein spurningur um lív ella deyð.

Í tí stóra høpinum, verður hendan serliga korona tíðin vit liva í, allarhelst bara ein lítil parantes. Árið, ið vit ikki orduliga kundu gera sum vit vildu og plagdu. Men enn liva vit mitt í tí, og vita ikki orduliga hvussu morgindagurin sær út, og vit royna at navigera sum fragast. Men boksirnar eru flest allar fullar, ræsta kjøtið hongur í kjallinum og WC rullur eru at fáa í Skálanum. So munnu vit ikki fara at klára okkum, sjálvt um vit ikki orduliga vita, hvussu verður við jólagudstænastuni og stóra familjudøgurðanum?

Lat okkum tí liva løtuna í dag, og fáa sum frægast burturúr. “This world has only one sweet moment set aside for us”. Men um løtan skal gerast sweet, ella góð ella søt, um vit skulu umseta orðið, so krevur tað at vit liva í løtuni, og eru til staðar í nú’inum. Lat hetta verða eina tíð, har vit flyta fokus frá avlýsta jólafrokostinum og ivamálunum um uttanlandsferðini næsta ár, og heldur eru til staðar í dag. Sløkkja routaran eina løtu, og leggja fartelefonirnar til viks, og koma hvørjum øðrum við. Finna eitt borðspæl fram, ella sita saman og klippa jólapynt, eta eina máltíð saman, har vit hyggja hvønn annan inn í eyguni heldur enn í skermarnar. So skulu vit nokk kenna jólahugnan og jólafriðin í okkara heimum og okkara hjørtum, eisini hóast alt ikki er akkurát sum tað plagar. Men ja, eg eigi eisini tannáringar, og veit at tað er ofta lættari sagt enn gjørt, at hála teirra uppmerksomheit frá skermunum. Og kanska vit gomlu eru líka ring, og burdu tikið í egnan barm.

Nógv av tí, ið eg havi nevnt, kann ivaleyst kallast “first wold problems”. Ting, ið vit uppliva sum trupulleikar, men sum í veruleikanum blikna, um samanborið verður við álvarsliga sjúku, fátækradømi, rúsdrekka- og rúsevna misbrúk, harðskapi í parlagnum, sálarligar avbjóðingar, bústaðarloysi og arbeiðsloysi. Jólatíðin er ein tíð, har allar kenslur blíva forsterkaðar. Og hjá teimum, ið skulu liva við slíkum avbjóðingum, blíva tær trupulu kenslurnar eisini forsterkaðar. Tykkum vil eg eisini senda ein tanka, og ynskja at Harrin má vera við tykkum og møta tykkum í støðuni. Og kanska vit onnur, ið hava orku og yvirskot, hyggja rundanum okkum, og fáa eyga á onkran, ið vit kunnu rætta eina vinarhond og veita hjálp. Ella vit kunnu engagera okkum og stuðla felagsskapum, og átøkum, ið arbeiða til frama fyri tey, ið stríðast og liva á lívsins skuggasíðu. Soleiðis kunnu vit eisini vera við til at bera jólagleði út til onnur, ið ikki hava góðar vónir um góð jól.

Gævi at vit settu okkum fyri, at okkara “sweet moment” á foldum, ikki bara skal vera okkara egna søta løta, men at vit eisini geva eitt íkast til at gera løtuna góða fyri onnur, tí brádliga kundi tað verið, at vit høvdu tørv á at onkur annar var har fyri okkum! Farið við hesum orðum at takka fyri løtuna! Takk til fyriskipararnar, og takk fyri heiðurin at sleppa at siga nøkur orð til hetta høvi.