HEIM
10.12.2019

Roðin – hundrað og ein millión krónur

Seinastu fíggjarætlaninar hjá kommununum og samstørvum teirra, ið hava virkna í hesum valskeiðnum, eru avgreiddar. Tríggjar av kommununum við Skálafjørðin hava samstarvað um eldraøkið síðani 1. januar 2015 og gongur felagsskapurin undir heitinum Roðin. Samtakið eigur Røktar- og Ellisheimið í Runavík, Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Vistarheimið í Runavík og Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála.

Roðin er rímiliga væl fyri viðvíkjandi húsarúmd, kortini hava samstarvandi kommunurnar valt at gera út- og umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík í 2020 og 2021. Fyri part snýr tað seg um út- og umbygging fyri at rationalisera í rakstrinum og fyri at taka svimjihylin á heiminum í nýtslu aftur. Tilsamans verður umbyggingin mett at kosta 13,7 milliónir krónur. Kommunurnar hava allar samtykt at fara undir átakið og ætla at taka íløguna sundur í tvey ár.

Væntiliga hava tey flestu fingið tað við, at afturberingarlykilin, ið varð krøktur í útleggingina av eldraøkinum, setir tær ymsu kommunurnar í landinum í ógviliga ymiskar støður fíggjarliga. Onkrar hava sertreytir, aðrar hava vinning og aftur aðrar hava dundrandi hall í mun til afturberingina frá landinum.

Landsstýrið/samgongan, sum sat frammanundan hesum, gjørdi onki við skeivleikan yvirhøvur, og hvørji átøk Kommunufelagið hevur gjørt fyri at fáa ta samgonguna á tal, vita vit ikki, annað enn tað, at lykilin er líka lítið hóskiligur í dag, sum hann var pr. 1. januar 2015 – fyri skjótt 5 árum síðani.

Kortini hendi tað undir samgonguni farnu, stutt fyri løgtingsvalið, at menn og kvinnur, sum kettur úr høvdatrogi, komu fram á torg og fóru at tosa um eina royndarskipan fyri Suðuroynna. Kommunufelagið var sjálvandi jaliga sinnað alt fyri eitt, men málið vann ikki landspolitiskan frama kortini. Nú hevur Javnaðarflokkurin lagt sama uppskot fram á ting av nýggjum, og í morgin kemur tað undir aðru viðgerð á Føroya løgtingi. Trivnaðarnevndin hevur býtt seg upp, og meiriluti hennara sigur í álitinum: ”Landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum og tískil metir meirilutin, at tað er best at geva landsstýrismanninum frið at finna eina loysn á hesum máli.”

Hetta er ein skilagóð støða, um so er, at landsstýrið veruliga arbeiðir við at finna eina skilagóða loysn á eldraøkinum, sum javnsetir allar landsins kommunur á fíggjarliga mótinum. Í óðum verkum at fremja serskipanir, fyri eitt øki í landinum, ger bara málið uppaftur fløktari, serliga táið hetta snýr seg um part av landinum, sum saman við Sandoynni, stendur serliga væl í mun til afturberandi lykilin á eldraøkinum.

Fíggjarviðurskiftini hjá Roðanum eru dømi um, hvussu ómetaliga skeivt fíggjarviðurskiftini á eldraøkinum vóru handfarin frá byrjan, og síðani er onki gjørt fyri at rætta mistakið.

Rakstur:
Upphæddirnar niðanfyri eru tær, sum skattgjaldararnir í teimum trimum kommununum hava goldið, afturat tí sum goldið er og verður úr landskassanum til eldraøkið:

ÁrRunavíkar kommunaNes kommunaSjóvar kommuna
Total45,900 mió. kr.7,264 mió. kr.7,370 mió. kr.
20154,100 mió. kr.0,058 mió. kr.0,935 mió. kr.
20166,200 mió. kr.1,055 mió. kr.0,909 mió. kr.
20177,200 mió. kr.1,075 mió. kr. 1,105 mió. kr.
20188,000 mió. kr.1,197 mió. kr.1,399 mió. kr.
20198,700 mió. kr.1,455 mió. kr.0,969 mió. kr.
202011,700 mió. kr. (FÆ2020)2,424 mió. kr.2,053 mió. kr.

Harvið hava skattgjaldararnir við Skálafjørðin, táið hetta valskeiðið er runnið, eftir 6 árum, goldið smáar 61 milliónir krónur úr egnum kassa til tess at reka eldraøkið. Umframt brúkaragjøldini er hetta kostnaðurin - umframt fíggingina frá landinum.

Afturat hesum gjørdi Runavíkar kommuna íløgur fyri 28,7 mió. kr. í 2015, táið hon keypti ognarpart í Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, umframt at keypa seg til eina javnvág í mun til samstarvskommunurnar, sum burturúr hesum fingu ein ágóða á 5,7 mió. kr. Sjóvar kommuna brúkti kortini 4 mió. kr. meira til sambýlið Sjóvarlon enn væntað, harvið minkar upphæddin við 1,7 mió. kr. í heildarmyndini hesum viðvíkjandi. Hartil hava kommunurnar sum nevnt samtykt at út- og umbyggja fyri 13,7 mió. kr. í 2020 og 2021.

Tí kann staðfestast, at Runavíkar, Nes- og Sjóvar kommunur hava brúkt og fíggjarætlað seg til at brúka 101,234 milliónir krónur úr egnum kassum til eldraøkið frá 2015 fram til 2020/21.

Okkara er nú leikluturin at reka eldraøkið við mesta skili, skrivið skal nú heldur ikki skiljast sum harmaljóð, heldur sum eitt relevant ískoyti til orðaskiftið um eldraøkið, ið tykist vera farið heilt av kós í landspolitiska geiranum. Vónandi fer tað at eydnast sitandi samgongu/landsstýri at fáa málið á rættkjøl aftur.

Virðingarmest

Artur Johansen, borgarstjóri, Sjóvar kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Nes kommuna
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Runavíkar kommuna