HEIM
01.06.2020

RH – slakar 11 milliónir í nettovinningi í 2019

Nú roknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2019 er grannskoðaður og góðkendur á almennum býráðsfundi, kenna vit eisini til fulnar, hvussu roknskapurin fyri Runavíkar havn sær út fyri hetta sama ár - 2019. Staðfestast kann, at 2019 var metárið nakrantíð hjá Runavíkar havn, við einum umsetningi á góðar 21 mió. kr. og einum nettovinningi á slakar 11 milliónir krónur.

Seinastu 10 árini – 2010-2019 – hevur umsetningurin tilsamans verið 141,137 mió. kr., útreiðslurnar 83,929 mió. kr. og samlaði nettovinningurin í seinasta 10-ára skeiðnum harvið:

57,208 milliónir krónur.

Stabbamyndirnar niðanfyri sýna á fyrru myndini hvussu gongdin hevur verið, síðan Runavíkar havn varð víðkað eftir kommunusamanleggingarnar - og á hinari myndini sæst hvaðan nettovinningurin er komin í 2019. Tað er umskiftiligt frá ári til ár, hvussu gongdin er millum ymsu havnaløgini, men myndin er greið í 2019, har Runavík, Glyvrar og Søldarfjørður standa fyri tí mesta av vinninginum.

2020 verður eitt broytingarár hjá Runavíkar havn. Fyrsta ári í 20 ár, at veruligur linjutrafikkur aftur verður til og frá Runavík. Samskip og Runavíkar kommuna/havn gjørdu fyrr í ár sáttmála, sum hevur við sær, at Samskip flytir alt sítt virksemi inn higar einaferð í august – um alt gongst sum ætlað. Húsið sum felagið skal leiga frá kommununi er nú undir umvæling, og ravmagn til køli- og frystibingjur verður nú lagt inn í økið, umframt at gjørt verður klárt til at veita skipum landstreym.