HEIM
20.04.2020

Ravmagn undir Høgabóli

Tá nýggja bryggjan undir Høgabóli varð handað Runavíkar kommunu fyri sløkum tveimum árum síðani, var ravmagnsveitingin ikki ein partur av verkætlanini. Tað var tilvitað. Eftir at Runavíkar havn og flutningsfelagið Samskip í januar mánaða í ár samdust um at fara undir samstarv, sum byrjar seinri í summar, eyðmerktu vit teirra tørv - umframt tann veitingartørv - ið kann væntast at gerast veruleiki næstu árini.

Landsbyggifelagið (LBF) hevur verkætlað, og 5 arbeiðstakarar fingu høvi at bjóða. Boðini vóru latin upp í býráðssalinum í Saltangará hósdagin hin 2. apríl kl. 10. Fýra boð vóru innkomin, og EL-Service á Skála átti lægsta tilboðið á áleið 2¾ millión krónur.

Arbeiðið snýr seg um sterkstreymsinnleggingar til bingjustøð, ið kann veita streym til 120 frysti- og kølibingjur, og harafturat fer at bera til at menna skipanina soleiðis, at hon kann veita 180 bingjum nógmikið av streymi. Harumframt skal ljósveiting gerast til bryggjuøkið, umvegis tvær mastrar við fýra LED-ljóskastarum í hvørjari, ið kunnu stillast eftir tørvi, fyri at orkunýtslan ikki verður størri enn neyðugt.

Umframt hetta verður bryggjan fyrireikað til landstreym, soleiðis, at bátar og skip frameftir kunnu fáa streym frá landi av.

Viðvíkjandi fíggjarætlingini fyri 2020 eru hesar upphæddir annars settar av til havnaøkið: Støðupláss við Runavíkar havn 200.000 kr. Ljós við nýggju bryggjuna undir Høgabóli 500.000 kr. Havnarútbygging og rampa 2.000.000 kr. og landstreymur 1.500.000 kr.

Fríggjadagin hin 17. apríl skrivaðu John Eli Olsen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri ávikavíst EL-Service og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um arbeiðið.