HEIM
16.09.2020

Ráðgeving um Fjøruvegin

Eyðbjørn Brimnes og Tórbjørn Jacobsen, stjóri og borgarstjóri, skrivaðu í gjár, vegna Landsbyggifelagið Pf. og Runavíkar kommunu, undir ráðgevaraavtalu um partar av nógv umrødda Fjøruvegnum. Avtalan snýr seg um teinin millum rundkoyringina í Rókini og nakað inn eftir Gulasteinsvegi.

Avtalan snýr seg um at LBF Pf. veitir ráðgeving og stuðul til:

-Uppmáting av økinum og allýsing av tí, sum skal prosjekterast og byggjast.
-Neyðugar forkanningar.
-Skipanar- og prosjektuppskot.
-Høvuðsprosjekt fyri vegir, íbindingar, tunnil, tekniskar innleggingar og endurskapan av lendi og Løkini.
-Skipan av havnarøkinum í Rókini.

Verkfrøðingurin, seyrvingurin Andras Ortind, er settur at taka sær av málinum sum prosjekteringsleiðari. Andras er væl kendur í Runavíkar kommunu, og er eisini við í verkætlanini at víðka um havnalagið frá Høgabóli og inneftir fjørðinum.

Fjøruvegurin er annars eitt mál, sum er líka gamalt sum ætlanin um at leggja tunnilsmunnan í Rókina. Runavíkar kommuna tók stig til at gera eina ætlan um, hvussu undirstøðukervi skuldi skipast til og frá munnanum. Landsverk gjørdist ein partur av hesum, men tók seg aftur, tá frágreiðingin, sum samstarvað var um, skuldi gerast almenninginum kunnug.

Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini í nøkur ár til ætlanina, eisini í verandi ári við einari C-átekning. Samskifti hevur verið við landsstýri, Landsverk og landspolitisku skipanina hetta seinasta árið, og ongin ivi er um, at allir partar nú ynskja eina skilagóða loysn. Hana er semja um, tekniskt, og hon fer í kostnaði at liggja um 90-95 mió. kr. Eftir er at koma ásamt um endaligu semjuna um býtið av kostnaðinum, og ætlast kann, at løgtingsfíggjarlógin fyri 2021, ið skal samtykkjast fyri ársskiftið næsta, fer at gera greiði fyri, hvussu býurin skilabest fær ta høgligastu loysnina á ferðsluviðurskiftunum í mun til nýggju farleiðina undir Tangafirði.

Runavíkar kommuna er farin undir at greiða teimum, sum onkursvegna liggja í økinum uppat nýggju farleiðini, frá, hvør ætlanin er. Tá hesi øll eru kunnað um málið, verður nýggja ætlanin løgd fram alment.