So mikið væl hevur gingið við teimum báðum fyrstu frálandaskipunum, sum Thor hevur latið byggja á Skála, at leiðslan í felagnum í løtuni kannar fíggingarmøguleikarnar fyri at byggja tvey skip aftrat av sama slag.
Hetta sigur stjórin í felagnum, Hans Andreas Joensen, nú seinna skipið varð navngivið í Assens seinnapartin leygardagin. Skipið fekk navnið Thor Omega. Fyrra skipið er Thor Alfa.