HEIM
20.05.2020

Plantupakki 23. mai 2020

Vart tú við til at rudda ruddingardagin hjá Runavíkar kommunu, so ert tú vælkomin at koma eftir einari plantu til húsarhaldið leygardagin 23. mai. Runavíkar kommuna hevur keypt plantur frá Gróðurstøðini, og eru tað plantur, sum eru vanar við føroyska veðurlagið.

Plantupakki verður útflýggjaður leygardagin 23. mai á hesum støðum:

Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lamba, Lambareiði, Søldarfjørður og Skipanes:
Á kommunala verkstaðnum á Lambareiði frá kl. 13.00-15.00
(og ikki frá kl. 14.00, ið stóð í skrivinum, ið bleiv borið út í hvørt hús)

 Skála og Skálafjørður: Við ítróttarhøllina á Skála frá kl. 13.00-15.00

 Oyndarfjørður: Við skúlan í Oyndarfirði frá kl. 13.00-15.00

 Funningsfjørður: Við skúlan í Funningsfirði frá kl. 13.00-15.00

 Elduvík: Við skúlan í Elduvík frá kl. 13.00-15.00

 Funningur: Við skúlan í Funningi frá kl. 13.00-15.00