HEIM
20.07.2020

Pauli nýggjur skúlavørður á Skála

Í juni mánað gavst Ólavur Berg sum skúlavørður í Skála skúla - einum starvi, hann hevði røkt síðani 1977.

Í hansara stað er nú annar skálamaður settur - Pauli Gregersen Hansen.

Pauli er 40 ár og hevur drúgvar royndir sum timburmaður. Hann lærdi hjá Articon, og hevur síðani starvast innan yrkið, bæði við umvælingum og nýbygging.

Pauli tekur við starvinum í august mánaði.

Runavíkar kommuna takkar Ólavi Berg so hjartaliga fyri hansa trúfesti og nærlagni, og ynskir Paula Gregersen Hansen hjartaliga til lukku við starvinum.