HEIM
08.04.2020

Páskakvøða

Hetta hevur verið ein tung tíð hjá teimum flestu, meðan samfelagið at kalla hevur verið latið aftur, nú umfarssótt herjar í landinum, men fráboðaninar í dag, frá politiska og heilsufakliga myndugleikanum, geva okkum nú eina vón fyri, at samfelagið fer at gerast heldur meiri vanligt aftur, táið uppreisnarhátíðin er umliðin.

Við hesum ynskir Runavíkar kommuna øllum borgarum og landsmonnum okkara einar gleðiligar og happadrúgvar páskir.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.