HEIM
20.04.2020

Pandemi & ítróttur

Vanliga mentanar- og ítróttarlívið í landinum hevur ligið lamskotið, síðan neyðugu almennu tilmælini um frástøðu v.m. komu fram á torg, fyri at fáa tamarhald á heimsfarsóttini, ið rakti okkum fyri nøkrum vikum síðani. Nú kvaklast okkurt við aftur, spakuliga, men støðan verður ikki vanlig aftur við tað fyrsta.

Í hesum talgildu- og skíggjatíðum hevur tað borið til at røkt trúarlívið umvegis ymsar miðlar, m.a. eru guðstænastur sendar í sjónvarpi, har prestur at kalla hevur verið einsamallur innanduraður, í øðrum førum er tónleikur sendur um somu miðlar, og Løkshøll (Runavíkar kommuna) umkalfatraði mentanarhúsið til eina trivaliga upptøkustovu. Fleiri fingu møguleikan, tilfarið er varpað út og liggur nú úti á alnótini. Ítrótturin fekk helst mesta skotið fyri bógvin. Høllirnar lótu ”hermetiskt” aftur, og frástøðureglan hevur stórt sæð lagt alt ítróttarlív lamið - her sum aðrar staðir. Nú kemur glið á aftur í ítróttini eisini – kortini við øllum neyðugum fyrivarnum.

Fótbóltur er hvørki betri ella verri enn aðrar ítróttargreinar, men hann er nú einaferð soleiðis samanskrúvaður, at feløgini, ikki minst tey, ið er umboðað í bestu mansdeildini, eru vorðin alt tyngri at reka við árunum. Leikararnir verða ymiskt løntir. Onkustaðni eru menn sáttmálabundnir fulltíðarleikarar, men hjá t.d. NSÍ ganga leikararnir í skúla ella eru teir dagliga á arbeiðsmarknaðinum, meðan teir fáa samsýning fyri at spæla í frítíðini. Fyrra dømi gevur møguleika fyri at stempla inn í almennar skipanir, sum ALS, men sum skilst ynskti NSÍ ikki at royna hendan møgleikan, og um so var, hevði tað neyvan munað nakað, táið menn fáa dastið av inntøkuni úr øðrum høpi.

Tað ger nú ikki støðuna hjá felagnum øðrvísi enn hjá øðrum. Inntøkur frá heimadystum t.d. eru burtur. Tað mundi vera í ljósinum av hesum, at liðskiparin á besta mansliðnum hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, setti seg í samband við borgarstjóran í farnu viku, og spurdi um kommunan kundi lata leikararnar á besta mansliðnum fáa okkurt at gera - fyri at hjálpa felagnum. Hetta var ikki gerandiskostur, og miðskeiðis í einum fíggjarári kundi tað bara gerast umvegis eina royndarskipan.

Stóri spurningurin var, hvussu 25 menn kundu hópast saman í einum og sama arbeiði. Fyri at halda okkum innanvert almennu tilmælini, m.a. um frástøðu, skeyt borgarstjórin upp, at gingið varð ein túr niðan um bøgarðarnar á Glyvrum, fyri at hyggja eftir, um tað kundi verið ein loysn, at laða gomlu grótgarðarnar uppaftur, har sum lið vóru á og har tað var rapað. Mentanarleiðarin, borgarstjórin, liðskiparin og grótlaðarin Emil Wang tosaðu saman um málið, og samdust um at gera eina roynd, skipaða soleiðis, at leikararnir brúka nakrar leygardagar til arbeiðið, at fáa garðarnar í upprunastand aftur, so frægt sum tað ber til. Teir fáa spjatt seg soleiðis framvið gørðunum, at vit halda okkum innanfyri tilmælini um frástøðu.

Klæmint var samdur í, at leikararnir eisini fáa venjing burturúr hesum, við at ganga oman og niðan og ikki minst av at lyfta steinarnar upp á garðin aftur, ein øðrvísi fitness-skáli, og fólkið og kommunan fær bøgarðarnar í ”seyðahøgan” stand aftur – garðarnar, sum onkur rópti tær føroysku pyramidurnar.

Royndarskipanin verður fíggjað umvegis fornminni.