HEIM
27.08.2020

Oyða loðið hóvblað

Runavíkar kommuna er farin undir at oyða Loðið hóvblað, líka sum garðaskøruna Acimilla Mollis.

Loðið hóvblað er sædd í Søldarfirði á Gerðisvegi og á Garðavegi, og í Runavík við Fjøruvegin.

Um tit síggja hesa plantuna í kommununi, so verða tit biðin um at siga frá hjá Runavíkar kommunu.

Loðið hóvblað Tussilago farfara L. Blómar við gulum blómum í marts-apríl, blómurnar líkjast várhagasjólju. Bløðini síggjast í juli-september. Hon trívist best undir vánaligum umstøðum - í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum. Vil man tí til lívs, skal man velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold - eins og kirkjubøsóljan, og er tí sera vandamikið. Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta, tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við. Loðið hóvblað sæst nógva staðni í Tórshavn og Klaksvík, so man skal vera á varðhaldi.
Vitjar ein til dømis í Klaksvík -og serliga í Norðhavnini, sær man, hvussu eitt lendi kann koma at síggja út, um man ikki ansar eftir.