HEIM
09.09.2020

Onnur sending, – grót av Hvítanesi

Fyri hálvum triðja mánaða síðan samdust Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna um, at 300 túsund rúmmetrar av gróti skulu flytast av goymsluni á Velbastað til havnalagið í Runavík. Sambært undirritaðu avtaluni fær kommunan grótið og borgar bert fyri flutningin av grótinum.

Í dag hava somu partar gjørt semju um, at Runavíkar havn/kommuna tekur ímóti 54.520 tonsum av gróti afturat, sum er øll núverandi restgoymslan á byggiplássinum á Hvítanesi. Bulurin – prinsippini - í semjuni er hin sami sum í fyrru avtaluni, Runavíkar havn tekur ímóti grótinum og borgar fyri flutningin.

Av góðum grundum hava partarnir verið í støðugum og konstruktivum samskifti, síðan væl fyri at farið varð undir at bora Eysturoyartunnilin. Rúgvan, sum Runavíkar havn fekk úr tunlinum okkara megin, var ov lítil til ætlanirnar vit høvdu, tí samskiftu vit fyri nøkrum árum síðani leingi um eina loysn, sum snúði seg um at sigla grót av Hvítanesi inn á Skálafjørðin. Tann ætlanin fór fyri bakka – ella rættari bar hon ikki á mál.

Í eina tíð hava partarnir nú samskift um tað málið av nýggjum. Ástaðarfundur var á havnarlagnum við Runavíkar havn mánadagin, og í gjár varð fundur hildin á skrivstovuni hjá Tunlafelagnum í Vágsbotni í Tórshavn, har borgarstjórin og stjóri felagsins, eftir drúgva tinging, samdust um eitt uppskot, ið skuldi leggjast fram til politiska viðgerð í Runavíkar kommunu. Í dag hava vinnu- og havnanevndin og fíggjarnevndin viðgjørt hetta grótmálið - og eftir tað samtykti býráðið einmælt at taka undir við uppskotinum.

Hendan grótrúgvan skal á sama hátt sum hin fyrra brúkast sum fylla á havnalagnum hjá Runavíkar havn í Saltangará og á Glyvrum. Við hesi sendingini, omaná hina fyrru, hevur kommunan garderað seg við tilfarið til tær stóru útbyggingarnar á havnarlagnum, sum ætlanir eru at fremja næstu árini. Nú ber til at byggja havnalag, rampu og atløgusíðu út eftir fíggjarligum førimuni frá ári til ár - uttan at hugsa um hvaðan grótfyllan skal fáast til vega.

Á Hvítanesi í kvøld skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Teitur Samuelsen, stjóri, og Bergur Poulsen, nevndarformaður, undir avtaluni um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti sløkum 55 túsund tonsum av gróti av Hvítanesi. Flutningurin byrjar alt fyri eitt, og Runavíkar býráð hevur á fundi í dag samtykt at fíggja málið við eini eykajáttan á góðar 2 milliónir krónur.