HEIM
15.09.2017

Ólavur Berg 40 ára starvsdag

Risar halda orð, og í Føroyum hevur orðatakið “trúgvur sum trøllið” verið nógv brúkt. Tað sæst sjaldnari í okkara tíð enn áður, kanska tí at fólk skifta arbeiði oftari nú enn fyrr. Ólavur er ein av hesum risunum, og hóast hann dugir alt, er nærlagdur og hevur óvanliga góðan arbeiðshug, so eigur hann eisini tey sermerktu evnini - fyri tað mesta at flúgva undir radaranum. Ongin hávi – onki roks. Hetta er miðleingjan í fólkinum, og lítið hevði komið burturúr, lá hon ikki sum ein meginbulur ígjøgnum alt samfelagið.

Ólavur Berg hevur verið í starvi hjá Skála/Runavíkar kommunu í 40 ár. Hann er skálamaður, sonur Arnold og Lisu, - hon var av Strondum, dóttir Keldu-Símun. Ólavur er føddur í 1950. Hann gekk skúlan og var nakað til skips, men eftir tað fór hann undir at læra til elektrikara hjá Dia Rasmussen, Dia hjá Olafi, ið virkaði sum sjálvstøðugur el-installatørur á Skála. Liðugur at læra var Ólavur starvssettur á Skála Skipasmiðju, har hann í nøkur ár virkaði á amboðsdeildini. Hetta var í tíðini, táið nógv var at gera á bedingini og við skipasmíði. Skipasmiðjan var tá millum størstu arbeiðspláss í landinum.

Í 1977 setti Skála kommuna Ólav í starv sum húsavørð. Hetta var eitt starv, sum hann í stóran mun kom at nágreina sjálvur, og hann hevur verið ómetaliga munadyggur í hesum arbeiði. Hendinga røkin og umgongiligur, sum sagt verður. Jobbið snúði seg ikki bara um at røkja skúlan, fyrst tann gamla og eftir tað hin nýggja skúlan síðani 1990, men eisini um skúlabarnaflutning úr og til Skálafjørð, til og frá Fløtunum og táið svimjast skuldi úti á Strondum. Bygningin, har sum tannlæknin og brandstøðin hava hildið til, tók hann sær eisini av. Gøtuljósini og Eldrasambýlið lógu eisini undir hansara virkisøki.

Hetta skuldi verið nógmikið fyri tvær hendur, men soleiðis hevur ikki verið hjá Ólavi. Hann hevur eisini verið røktingarmaður og formaður í Hagastýrinum innan Gjógv. Hann er kendur fyri at hava gott skil fyri at fara um seyð, og sum ungur róði hann nógv við tíggjumannafarinum í bygdini – Skálabátinum. Hetta var tann tíðin, táið skálamenn vundu burturúr teimum flestu. Í fleiri áratíggju hevur hann starvast sum sløkkiliðsmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, og ta trúgvu tænastuna er hann heiðraður fyri.

Ólavur er giftur Olinu og eiga tey børnini Oddvør, Rannvá, Guðna, Arnold og Jógvan.

Tær báðar kommunurnar, sum nú eru ein og hin sama, hava verið ómetaliga hepnar við at hava havt Ólav í starvi hesi 40 árini. Hansara umhyggiligheit og yvirskot sæst aftur, har sum hansara hendur hava havt ábyrgdina fyri umvælingum og røkt. Fólk sum kenna ábyrgd og sjálvi duga at leggja sær dagin til rættis, finnast ikki undir hvørjum steini, ein av hesum er Ólavur Berg.

40 ára dagurin varð hildin við einum hátíðarhaldi í Býráðssalinum í Saltangará í dag saman við familju, kenningum og fólki frá umsitingini.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri