HEIM
24.09.2019

Nýtt starvsfólk á Teknisku deild – Páll avloysir Sigrid

Runavíkar kommuna hevur sett Páll Olsen í starv sum byggifrøðing. Hann byrjar í hesum 2 ára farloyvisstarvinum 1. nov. 2019, har hann avloysir Sigrid Dalsgaard, sum er farin í annað farloyvisstarv í 2 ár. Páll hevur arbeitt við projektering, fakeftirliti, kostnaðarmetingum, frágreiðingum, byggileiðslu og góðskutrygging.

Páll tók útbúgvingina á BTH í Keypmannahavn. Hann starvaðist fyrst nøkur ár í Danmark og hevur seinastu 20 árini virkað í Føroyum sum byggifrøðingur. Hann hevur nógvar og fjølbroyttar royndir við hópin av sera ymiskum byggiverkætlanum.

Vit í Runavíkar kommunu bjóða Pálli vælkomnum og ynskja honum bestu eydnu í starvinum.