HEIM
Lurta
29.12.2020

Nýggjárshald í Runavík

Nýggjársnevndin í Runavík skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi. Byrjað verður hesaferð á miðnátt.

Kyndlaberararnir møtast kl. 23.00, og beint eftir hetta byrja kyndlagongunar frá Æðugøtu, Argisbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu, og aftaná verður fýrverk skotið.

Í mun til íkomnu koronustøðuna í landinum leggja fyrireikarnir ikki upp til eitt stórt alment tiltak.

Tískil verður tiltakið í ár stroymt á facebookvanganum hjá Runavíkar kommunu.

Nýggjársnevndin