HEIM
30.12.2019

Nýggjársbálið framskundað til í kvøld, kyndlagongan sum vant í morgin

Vegna væntandi vánalig veðurlíkindi í morgin, nýggjarsaftan, verður nýggjársbálið á havnalagnum í Saltangará framskundað til í kvøld, mánakvøldið 30. desember, kl. 19.

Kyndlagongan verður, sum áður lýst, í morgin, nýggjársaftan. Byrjað verður kl. 21.00 við kyndlagongu frá Æðugøtu, Ærgisbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið, har Jonhard Hansen heldur røðu.

Sostatt verður nýggjársbálið tendrað í kvøld, 30. desember, kl. 19, og kyndalagongan verður í annaðkvøld, 31. desember, kl. 21.