HEIM
24.09.2020

Nú letur Bókasavnið á Skála dyrnar upp!

Leingi hevur ynski verið um at fáa bókasavn á Skála, og tað er gleðiligt at tað endiliga er komið í lag.
Í eina royndartíð fer bókasavnið at hava opið mánadagar kl. 17-19 - hetta kann so fara at broytast, alt eftir ynskjunum hjá borgarunum.

Bókasavnið á Skála og Bókasavnið við Løkin eru í tøttum samstarvi undir Runavíkar kommunu.
Spennandi verður at vita hvussu hetta verður móttikið - og vónandi verður nýggja bókasavnstilboðið á Skála til gagns fyri mong.

Vit síggjast frá mándegnum 28. sept.