Norrøna kom á Runavík í morgun kl. 10. Veðurlíkindini gjørdu, at teir hættaðu sær ikki á Havnina, tí vindurin var so nógvur.
Annars segði marknaðarleiðarin hjá Smyril Line, Jákup Sverri Kass við ÚF, at veðrið hevði verið hampuligt á túrinum heim.
Smyril-Line hevur bussar í Runavík til ferðafólk, sum ikki hava bil sjálvi.