Í samband við fund í leiðslubólkinum í norðurlendsku verkætlanini "Lokal medvirkning for å stanse tap av biologisk mangfold" í Runavík í døgunum 4. – 6. mai , skipaðu Nes og Runavíkar kommunur fyri móttøku fyri luttakarunum í gamla próvstagarðinum á Nesi og rundferð við Toftavatn.
Nes- og Runavíkar kommunur luttaka í hesi norðurlendsku verkætlan saman við 12 kommununum úr hinum norðanlondunum.
Verkætlanin byrjaði í 2007 og gongur fram til 2010 og Agenda 21 stovan umsitur verkætlanina í Føroyum.
Luttakandi kommunurnar hava allar verkætlanir í gongd í mun til varðveitslu av tí lívfrøðiliga margfeldinum á staðnum og verða hesar verkætlanir ætlandi lidnar í 2010, tá tikið verður samanum.
Nes- og Runavíkar kommunur luttaka í verkætlanini við arbeiðnum at varðveita serstøku náttúruna við Toftavatn.