HEIM
14.02.2019

Niðri við Støð

Seinrapartin í dag – kl. 15:30 – verður opið hús og kaffi at fáa í hølunum hjá Bátafelagnum á Bakka, nú Runavíkar kommuna fær handaða vestaru atløgubryggjuna í bátahylinum á Glyvrum frá Spf. Rókini, sum hevur gjørt arbeiðið.

Stórar broytingar eru farnar fram í økinum, har glyvramenn í eldri tíð høvdu støð og neyst. Upprunin til bygdina – bóndagarðarnir – lógu norðan- og omanfyri. Hesi seinastu árini er størsti verksmiðjubygningur í landinum bygdur og farin at virka í bygdini og økið, kring um bátahylin sunnanfyri, er í smáum skipað við atløgu, vatni, ravmagni, asfalti og frítíðarøki.

Málið um at gera atløgubryggju vestanfyri í bátahylinum á Glyvrum tók seg upp í vinnu- og havnanevndini hin 23. august 2017, eftir at politisk stig vóru tikin til at fáa teknisku deild hjá kommununi at gera eitt skitsuuppskot um hvussu fram kundi farast. Ein meiriluti í nevndini mælir til at halda fram við málinum, fíggjarnevndin tekur undir og ein meiriluti í býráðnum stuðlar málinum. Ætlanin var frá byrjan, at ognarluturin hjá Runavíkar kommunu í Kongshavnar havnastýri skuldi fíggja íløguna. Havnastýrið krevur inn øll havnagjøld frá skipum, sum koma inn um havnamerkini á Skálafjørðinum, og verða gjøldini goldin útaftur til tær fýra kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar, Eystur- og Runavíkar kommunu – lutfalsliga eftir fjøruteini. Soleiðis eigur Runavíkar kommuna 48% av fænum. Sambært viðtøkunum hjá Kongshavnar havnastýri skal peningurin nýtast til íløgur fram við fjøruni við Skálafjørðin.

Heitt var síðani á Eliesar Kastalag um at tekna atløgubryggjuna. Málið hevur síðani byrjan ferðast millum nevndir og býráð, og hin 19. apríl 2018 mælir vinnu- og havnanevndin til at arbeiðið verður boðið út – í einum og tveimum lutum. Sama nevnd verður hin 20. juni 2018 kunnað um, at fýra verktakarar eru bodnir at taka lut í einari innbodnari licitatión. Í skrivi til nevndarfundin hin 28. august 2018 mælir borgarstjórin nevndini til at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá Spf. Rókini á Glyvrum. Boðið liggur beint niðanfyri tvær milliónir krónur. Úr vinnu- og havnanevndini fer málið umvegis fíggjarnevndina til býráðið, har øll býráðsmanningin tekur undir við at fara undir arbeiðið. Tikið verður eisini undir við fíggingarháttinum, sum skotin varð upp.

Í dag verður lidna atløgubryggjan handað Runavíkar kommunu. Umframt bryggjuna er vatn, ljós og ravmagn til bátar lagt framvið í økinum. Ein partur av ætlanini við íløguni er at fáa skipað viðurskiftini soleiðis, at atløgubryggjan eystanfyri frameftir verður brúkt til bátar sum koma og fara – vitja og av- og innskipa eitthvørt.

Sohvørt sum viðurskiftini eru betrað í økinum Niðri við Støð á Glyvrum, tað fleiri fólk koma til økið, sum við tíðini er vorðið eitt av stóru savningarstøðunum í kommununi. Stóra virksemið hjá Bakkafrost, Kappróðrarfelagnum og Bátafelagnum og aktiviteturin í bátum og í ósanum, har Glyvragjógv møtir Skálafjørðinum, hevur verið virkandi við til, at økið yður í lívi frá morgni til myrkurs – gerandis og heilagt.

Kl. 15:30, seinrapartin í dag, handar Spf. Rókin Runavíkar kommunu/havn nýggju atløgubryggjuna vestanfyri í bátahylinum á Glyvrum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í hølunum hjá Bátafelagnum seinrapartin.