Í gjár kl. 17 var móttøka fyri 15 ára gomlu Biritu Debess úr Rituvík, sum fyrsta føroyska kvinna vann gull í junior-norðurlandameistarakappingini í svimjing í 100 m rygg
Birita svimur fyri Flot úr Nes kommunu og býr í Rituvík, sum er í okkara kommunu. Avgjørt var, at báðar kommunurnar skipaðu fyri móttøkuni, saman við Flot, í skúlanum á Toftum
Fitt av fólki møtti upp til móttøkuna. Borgarstjórarnir báðir hildu røðu, annar venjarin helt røðu, forkvinnan í Flot helt røðu, umboð fyri Svimjisambandið helt røðu og onnur við.
Birita og venjarin fingu eisini handað blómutyssi og gávur.
Bragdið hjá Biritu er sera stórt, ja helst nógv størri enn vit geva okkum far um. At ein ung føroysk kvinna, sum venur í einum 16 m svimjihyli, skal vinda burtur úr hinum norðanlondunum er bara so flott. Hjartaliga til lukku við tí Birita!
Aftaná var bjóðað til kaffi og køkur.