HEIM
16.09.2019

Miðstaðarøkið

Í juni 2018 samtykti Runavíkar Kommuna eina ætlan fyri eitt Miðstaðarøki. Ætlanin er skipað í tveir høvuðspartar:
• Staðseting av eini nýggjari miðbýarkjarnu millum Heiðaveg og Gulasteinsveg í Runavík.
• Dagføring og uppstiging av økinum framvið Heiðavegi, frá Høgabóli út til rundkoyringina.

Ein dagføring av økinum er átrokandi. Harumframt ynskir kommunan, at ætlanin skal betra um trivnað í miðstaðarøkinum, og at hon skal stuðla uppundir eina framhaldandi menning av økinum. Nýggja miðstaðarøkið skal vera eitt livandi og savnandi øki, sum tekur atlit til og stimbrar so nógvar av verandi dygdum sum gjørligt.

Ætlan fyri Heiðaveg
Í fyrstu atløgu er ætlanin at seta skjøtul á eina dagføring av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn á Høgaból.
Dagføringin inniheldur fyrst og fremst;
• Nýggja flísalegging á gongubreyt omanfyri og niðanfyri
• Smá plantaði øki verða gjørd framvið gongubreytini
• Benkur verða settir upp í samband við plantuøkini
• Nýggj ljós verða sett upp
• Nýggjur búnaður verður settur upp, ruskíløt, steyrar og líknandi

Samlaða ætlanin fyri Heiðavegi inniheldur eisini eina umskipan av økinum. Fyri hvørjar 150-200 metrar verða serlig øki gjørd, við flísalegging á vegbreytini, sum kemur at varskógva bilførarar um, at koyrt verður inn í eitt serligt økið. Harafturat skal hettar álagda "býargólvið" verða við til at betra umstøðurnar hjá teimum gangandi við at binda saman báðar síður av Heiðavegi. Ætlanin er at staðseta hesi serligu økini her:
• Á Høgabóli
• Við Gulu Smiðju
• Við Býráðshúsið
• Við handilin hjá Pidda

Nú er ætlanin komin hartil, at fyrsta byggistig í eini dagføring av Heiðavegi fer í gongd í september mánað 2019. Fyrsta byggistig fevnir um ovaru síðu av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn til Bónus. Í hesum øki fer eitt toymi av arbeiðstakarum til verka í heyst við at fremja omanfyristandandi ætlan, við flísalegging og uppseting av nýggjum búnaði.