HEIM
15.06.2020

Midnáttarrøða hjá Dáva Høgnasyni

Røða, sum Dávur Høgnason helt á midnáttarsamkomuni á Eystanstevnu leygarkvøldið 13. juni 2020.

Góðu áhoyrara, hjástaddir og á netinum, stevnuluttakarar, fyriskiparar og ítróttarfólk. Takk fyri heiðurin at verða biðin at halda midnáttarrøðu á Eystanstevnu 2020. At fyriskipararnir meta at eg havi nakað at siga sum fólki her í býnum hevur hug at hoyra taki eg sum stórt herðaklapp.

Fyri øll onnur enn tey, ið búleikast á fjørðinum og bygdunum kring fjørðin, er alt økið á eystara armi Runavík. Tá klaksvíkingar eru komnir um Gøtueiði, eru teir í Runavík. Og soleiðis hevði eg tað eisini, áðrenn eg flutti til fjørðin at búgva. Men síðan er man vorðin klókari, her er ein samanrenning av nógvum bygdum, og tað fyllir nógv hjá fólki at gera vart við, at tey koma ikki úr Runavík, men eru eitt nú úr Saltangará. Hetta hevði eg ilt við at síggja mun á – í mínari verð var tað eitt sindur “hips um haps,” um ein var úr Runavík, Rituvík, Toftum ella hvat tað nú var. Síðan havi eg lært, at serliga Glyvramenn eru egið og erpið slag fram um onnur – ikki er tað minst sjónligt við sitandi borgarstjóra í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna er kommuna samansett av 15 bygdum og sera stórt geografiskt øki. Tað setur sjálvandi krøv til kommununa at fevna tann ymiskleika, hesar ymisku bygdir umboða. Veikleikin er tann, at tað ofta gerst sera smábýtt, men styrkin er tann eyðsýnda, at vøksturin, sum er í kommununi, við stórum fetum nærkast plássinum, sum næst størsta kommuna í landinum.

Frá Skaparans hond hava vit besta plássið í landinum til havnalag og her sæst menning - Runavíkar Havn kemur at hava týðandi leiklut í Føroyum tey komandi árini. Vit síggja, at inntøkuvøkstur er á tí økinum. Hetta er at frøast um, tí vit hava ikki so nógv bein at standa á tá inntøkur viðvíkur annað enn tað vit skapa sjálvi. Her hugsi eg einamest um tað vanbýti vit eru fyri tá almennir stovnar verða bygdir kring landi. Í Runavíkar Kommunu eru so at siga eingi fyrisitingarlig almenn størv. Taka vit støði í fólka grundarlagnum á góðar 4.000 íbúgvar átti hetta tali veri nakað heilt annað enn tað er í dag. Tað, at vit eru samanrunnin av nógvum smærri bygdum, ger kanska, at vit ikki síggja okkum sjálvi sum eina stóra sterka eind, sum eigur at hava heilt annan býtislykil, tá tað ræður um hesi tingini.
Hvar liggur so ábyrgdin, at vit ikki fáa okkara lut av býtinum. Stórur partur skyldast óivað tað sterka sentraliserings rákið, sum er í landinum. Men annar partur er kanska, at fólkið í Runavíkar kommunu er íðan ov afturhaldandi, tá tað ræður um at krevja sín rætt. Danir nýta hugtakið “gør din pligt og kræv din ret.” Her er mín fatan tann, at vit eru nógv ov afturhaldandi, tá vit skula krevja okkara rætt. Vit eru mangan hentar mjólkikýr í tí stóra spælinum, rinda eina rúgvu inn í tann stóra pottin, men fáa ikki annað enn molarnar, ið fella á gólv afturfyri. Fyri ikki at ljóða ógrundaður og tvørur, kundi eg hóskandi spurt, hvat bleiv av fyrisitingini av undirsjóvartunlunum, ið skuldi flyta til Runavíkar? Nú eru skjótt 2 ár liðin síðan Aksel V. Johannesen hevði hetta frammi í løgmansrøðu sínari frá 2018. Hetta er eitt lítið mál, veit eg væl, og skal einans skiljast sum dømi um tað vanbýtið, vit eru fyri.

Sjálvur eri eg uppvaksin í Klaksvík, har borgararnir hava ein nógv sterkari samleika, enn vit hava í Runavíkar kommunu. Har er ein serlig KG mentan, har man verjir borg og stendur saman, “if one og us goes to war, we all go to war” og eg vildi ynskt, at vit høvdu ein sterkari samleika her, ið bant okkum tættari saman. Serliga nú vit standa fyri broytingartíðum – røðarin á síðstu Eystanstevnu segði seg halda síðstu midnáttarrøðu, áðrenn stóra verkætlanin undir Tangafirði stóð liðug – men soleiðis bleiv ikki, nú verður tað eg, sum haldi síðstu Eystanstevnu røðuna, áðrenn risa prosjektið stendur klárt at taka í nýtslu. Hetta fer at viðføra stórar broytingar, vit koma alsamt tættari høvuðsstaðnum, og tað vil geva nýggjar møguleikar, men eisini avbjóðingar. Avbjóðingin er, at vit ikki gerast ein forstaður til Tórshavn, men at vit megna at skapa trivna í Runavík. Hetta skal ikki verða ein staður, sum tú koyrir ígjøgnum ella har tú svevur eftir loknan starvsdag aðrastaðni í landinum. Um vit eru tilvitað um hesi tingini, fer tað nokk at eydnast hjá at okkum at troyta møguleikarnar, heldur enn at vit fara at líða undir avbjóðingunum.
Sildafiskiskapur á Skálafjørðinum hevur gjøgnum tíðinar verið tiltikin. Reiðskapurin var aloftast nót og gørn. Væl hilnaðist hjá monnum og fylt bleiv upp í bátarnar. Havi hoyrt søgur um útróðrarbátar norðanfjørðs, ið sigldu inn á Skálafjørðin at keypa agn í 50’unum. Sjálvur havi eg eisini verði á sildaveiðu á Skálafjørðinum. Hetta var sera spennandi veiða, tó nýtti eg heilt annan reiðskap, enn tey konventionellu gørnini. Mín reiðskapur var ein motorsúkkla Honda CB900C frá 1979, langt hár og eitt ungdóms sjálvsálit, sum eg mangan havi undrast á seinni í lívinum. Tó skal sigast at eg var sera væl nøgdur við veiðuna, tí eg fekk flottastu sildina, sum nakrantíð er drigin á fjørðinum, hon er av Glyvrum dóttur Paulu Solmunde og Hera Hansen, og vit hava verið saman í skjótt ¼ øld. Eftir mong ár uttanlands settu vit kósina heim á klettarnar aftur og settu búgv í gomlu sýslumanshúsinum í Søldarfirði. Húsini, vit búleikast í, eru søgulig hús frá 1871, barndómsheimið hjá mæta penna manninum Victor Danielsen.

Tá man sum eg eri tilflytari, kemur man út fyri mongum løgnum. Eg eri uppvaksin í Gerðum í Klaksvík øll míni barna og ungdóms ár kendur undir egnum navni. Síðan fluttu vit til Keypmannahavnar at lesa og eftir loknan lestur hava vit búleikast 10 ár í Asia í so mætum býum sum Shanghai, Singapore, Dubai og aðrastaðni við. Óansæð hvar eg havi búð, so havi eg verið kendur undir egnum navni Dávur Høgnason. Í Danmark bleiv tað oftast Davour, í Asia var tað Mr. Høgnason eftirfylt av einum høviskum bukki. Men tá vit so flyta heim aftur, hoyri eg meg sjálvan umrøddan sum Dávur hjá Noomi. Hetta hevur verið beiskur biti at svølgja hjá einum stoltum klaksvíkingi, sum nú er blivin kendur sum søldfirðingurin Dávur hjá Noomi.

“Vi kender jer, færinger, frænder — og kender den færøske nat;
vi ved, at I ikke for intet en vædder i vaabnet har sat.
Kun svæklingen klynker om armod — den stærke har trods i sit bryst,
for ham er det frydefuld viden: Gud skovlede mad om hans kyst.”

Í yrkingini Færinge Frænder hjá Danska skaldinum Nis Petersen veður nomið við tað treiska lyndið, sum í føroyinginum býr. Fyri at liva og menna eitt samfelag sum okkara undir teimum fortreytum, vit hava fingið, serliga tá hugsa verður um harða veðrið og kørgu jørðina, er annað enn at treiskast ikki møguligt – her verður einki “forerað” burtur. Hetta hevur verið og er enn ein dagligur bardagi, har hvør millimetur telur við. Men treiskni og viljin til sigur er at síggja í tí fólki, sum búleikast her í kommununi. Hetta er sjónligt í vinnulívinum, vit hava eitt sera sterkt vinnulív, sum á mongum økjum er førandi í landinum.

Tá eg hyggi oman á Bakka í dag, renna orðini hjá tí karismatiska írska Mixed Martial Art kemparanum, Conor Mcgregor, mær til hugs: “We are not here to take part. We are here to take over.” Har liggur høvuðssæti hjá flaggskipinum í føroyskum vinnulívi, eitt virkið spretti av Glyvrum við altjóða dimensiónum. Hetta er ikki sætt her á landi síðan virksemi hjá Joen Frederik Kjølbro stóð í fullum flora. Aðrar størri og smærri fyritøkur finnast so sanniliga eisini í Runavíkar Kommunu, handverkara vinnur, tænastu vinnur, jú sanniliga er eystari armur á Skálafjørðinum væl mannaður av sterkum og treiskum fólki, sum vilja og megna at evna eina bjarta framtíð saman.

Vit hava ítróttalív, ið ger seg galdandi millum tey fremstu í landinum. Tá eg nevni ítróttin, kann eg ikki lata verða við nevna, at vit í kommununi hava tað einasta taekwondo felagið í landinum, sum eisini ger seg galdandi á altjóða pallinum. Tað verður húsast inni í Skúlanum í Søldarfirði, ambitiónirnar eru høgar har inni, og fleiri kunna av røttum prýða seg við heitinum Norðurlendskur Meistari í taekwondo. Fáar krákumánaðar eftir at vit fluttu heim til Føroyar, var taekwondo felagið Hwarang Føroyar stovnað við soninum Høgna sum primus motor. Eftir at hava vent okkum til umsitingina í kommununi um at fáa hølir, var leyst og liðugt. Hetta er eisini soleiðis, eg upplivi Runavíkar kommunu, her verður ikki ligið á boðunum, man ynskir og tekur væl í móti framdriftini. At skapa egnaðar karmar er leikluturin hjá kommununi, restin skulu eldsálirnar, ið finnast, nokk taka sær av. Støkk er annað felag, ið hevur fleiri ár á baki, og onkursvegna er Støkk blivin ímyndin av ítrótti á eystara armi, - haldi meg kunna siga hetta uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum. Eins og við Hwarang Føroyum koma íðkararnir í Støkk frá nógvum bygdum í Eysturoynni, Sundalagnum og Klaksvík við. Her finst tann fevnandi atdráttarmegin, sum er í Runavíkar kommunu.

Fótbóltur fyllir nógv millum fólk í kommununi og hava vit ikki færri enn 2 lið í bestu fótbóltsdeildini, men Eystanstevnan hoyrir til økið, har teir gulu garparnir úr NSÍ dominera og eru við, har tað er stuttligt at verða. At vera í fremstu røð krevur sera nógv í dagsins fótbólti. Tað merkist, at svongdin eftir gulli í Betri deildini er við at seta inn, tí tað eru 13 ár liðin, síðan teir gulu síðst kundu kalla seg føroyameistarar í bestu deildini. Tá seinasta leikumfar verður umrøtt í Vespureiðrinum á R7 situr alt landið klistrað at lurti tólinum - tann totalt inhabila lýsingin við gulum brillum blást um alt landið ger, at vit kunnu ikki annað enn elska vertirnar. Her fær KVF kamp til strikuna um teir kræsnu lurtarnar. “Too much love will kill you.“- Tá annar verturin eftir tvey leikumfør sær NSÍ fyri sær sum Føroyameistarar og eftir triðja leikumfar, tá teir gulu garparnir eru settur uppá pláss í Sarpugerði av røsku grannunum, er við at eksplodera av reinari frustratión. Vespurnar eru fantastiskar at lurta eftir, beint fram tos, væl kryddað við gulum og svørtum ambitiónum.

Kappróðurin á Glyvrum er sera virkin, og oftast er tann guli báturin við í oddinum. Vit hava sæð Sølmund sum ein sterkan aktør hjá kvinnunum tey seinnu árini, men nakað er liðið, síðan flaggskipið og stoltleikin, Eysturoyingur, fór sigrandi um landið, “so brotið javnt við æsing stóð,” sum skaldið, Pól F., tók til. Vónandi fara ungu menninir á eystara armi at taka holl tøk aftur umborð á 10-mannafarðinum, tað er als ikki nøktandi, at tann stolta skútan einans verður goymd í neystinum á Glyvrum. “Men minnini frá frægdar tíð mær bera nýggjan mátt.”

Eystanstevna er summar stevna burtur av, sera stutt er til longsta dag. Fjáltur er á kvinnum og monnum at náa alt, ið hevur ligið á láni allan veturin, húsini skula málast, havin hava eina kærleiks hond, onkur skal fáa terassuna frá hondini og soleiðis kundi eg hildið á. Vit frøast um, at okkara elskaða land verður latið í nýggjan grønan búna. Líðir og skørð eru sum hamskift, harði veturin er farin aftur um sýn, og tað grør bókstavliga um gangandi fót. Í yvirførdum týdningi grør um gangandi fót á eystara armi á Skálafjørðinum, kvinnur og menn hava sjónliga mót upp á framtíðina.

Takk fyri álitið og góða Eystanstevnu.

Dávur Høgnason