HEIM
19.04.2018

Mentanarvikan fer av bakkastokki sunnudagin 22. apríl

Runavíkar kommunu fyrireikar seg í hesum døgum til mentanarvikuna, har skráin er á tremur við áhugaverdum tiltøkum í nærum øllum bygdum í kommununi. Tiltøkini eru áhugaverd og fólkslig, umframt at okkurt sjálvandi er til allar aldursbólkar.

Tað er kanska serstakliga setanin, sum fer at samantvinna allar bygdir. Tí kommunan hevur skipað soleiðis fyri, at tað verður koyrt, gingið, súkklað og runnið úr øllum ættum í kommununi til eitt felags savningarstað, sum er norðan fyri Bylgjuna í Runavík. Har verður mentanarvikan sett við setanarrøðu, tónleiki og ókeypis barnatiltøkum. Tað verður borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, sum sunnudagin 22. apríl kl. 14.00 setir mentanarvikuna.

Teigarnir eru skrásettir til allar túrarnar, so um tú vilt fylgjast við Rynkeby toyminum, so sært tú leiðina á www.visitrunavik.fo og á facebook.

Frá Bubba til barnasjónleik og havrannsóknarskipið
Fyriskipararnir hava lagt seg eftir, at tiltøkini eru somikið ymisk og fevna um listasýningar, dans, konsertir, kórsang, føroyskan dans, handilstiltøk, sjónleik, bókaframløgur, film, fyrilestrar, sigsøguligt tiltak, gongutúrar, framsýningar og ikki minst túrarnar eftir gomlu mjólkarutuni hjá Norðlýsinum. Alt hetta ber til at uppliva frá 22.-29. apríl í Runavíkar kommunu.
Sí skránna við at trýsta á leinkjuna:  skráin fyri Mentanarvikuna 2018

Øll eru hjartaliga vælkomin.
Visit Runavík