HEIM
19.07.2018

Mein Schiff 3 vitjar leygardagin 21. juli

Ferðamannaskipið Mein Schiff 3 vitjar í Runavík á fyrsta sinni leygardagin 21. juli 2018. Skipið liggur við kai frá kl. 7.00 – 19.30.

Runavíkar Havn er, saman við Visit Runavík, til reiðar at taka væl ímóti ferðafólkunum. Allir gestir eru bjóðaðir við til árliga Laksatorgið við Bátahylin í Runavík, og kl. 16.00 verður skipað fyri føroyskum dansi við Eysturoyar dansifelag, har øll fáa høvi at luttaka. Sí skrá fyri Laksatorgið!

Mein Schiff 3 er 293,2 metrar til longdar og umborð eru umleið 2500 ferðafólk og manningin telur 1000 fólk. Tað er týska reiðaríið Tui Cruises, sum eigir skipið og føroyska umboðsfelagið er Faroe Ship.

Runavíkar Havn og Visit Runavík gleða seg at taka ímóti Mein Schiff 3!